Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesin skal døma KÍ-ÍF

Jákup Ósá

Hevur ongantíð dømt KÍ áður.

Hevur ongantíð dømt KÍ áður, meðan hann einaferð fyrr hevur dømt ÍF.

FSF er partur av norðurlendskum samstarvi sum m.a. inniber, at til onkrar dystir koma dómarar úr øðrum londum at døma í Føroyum. Í ár hava vit sæð tað til tríggjar dystir.

Talan er um ungan dómara úr Noregi. 24 ára gamli Sivert Amland hevur hetta kappingarárið dømt nógvar dystir í næstbestu deildini í Noregi. Annar av hjálpardómarunum kemur eisini úr Noregi. Sivert Amland hevur dømt í Føroyum áður. Hann dømdi B36 og ÍF í fjør, har B36 vann 4-1. Sostatt kenna fuglfirðingar til dómaran, sum skal døma KÍ og ÍF sunnudagin. Dysturin byrjar kl. 15.00.

Mynd: www.nfdf.no