Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingslimir og Løgmaður vilja ikki kennast við egið barn

John William Joensen

Wellington, generalur, sum vann sigur á franska kaisaranum, Napoleon, við Waterloo, skal hava sagt soleiðis: ” …Sigrar eiga nógvar fedrar, men tap eru baði faðir og móðurloysingar…”

Wellington, generalur, sum vann sigur á franska kaisaranum, Napoleon, við Waterloo, skal hava sagt soleiðis: ” …Sigrar eiga nógvar fedrar, men tap eru baði faðir og móðurloysingar…”

Undir orðaskiftinum í løgtinginum um eykjáttanarlóg, brúkti umboðini hjá Javnaðarflokkinum og serliga Føroya Løgmaður, nógva talutíð uppá at avsanna útsøgnina hjá formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, tá hann segði at tá hann tók yvir í Fíggjarmálaráðnum sum landsstýrismaður, vísti seinasta fíggjarlógin (2012), sum táverandi fíggjarmálaráðharri Aksel V. Jóhannesen hevði lagt niðan í tingið, eitt hall á 626 mió. kr..

Løgmaður vísti hesum aftur og segði, at hann onga ábyrgd hevði av stóra undirskotinum ella umrødda fíggjarlógaruppskotið, tí orsøkin til at hann var “noyddur” at leggja fíggjarætlanina niðan í løgtingið var, at løgtingsval varð útskrivað 27. september 2011 og “sambært stýrisskipanarlógini” kravdi hetta at Fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 skuldi vera lagt fram áðrenn 1. oktober 2011. Hann vísti til roknskap landskassans, sum vísti eitt munandi lægri undirskot.

Síðani fór eitt løgið kjak fram har tingfólk stríddust um at taka æruna av yirskotið og geva hinum partinum ábyrgd av undirsskotum landsskassans.

Tað er løgið at ein fyrrverandi fíggjarmálaráðharri ikki vil kennast við sítt egna barn, vísandi til at stýrisskipanarlógin hevði noytt hann at bera uppskotið í tingið, tá val varð útskrivað. Serliga tá veruleikin er at landsstýrisfólk ikki gera annað enn tað sum stýrisskipanin áleggur teimum og allar fíggjarætlanir, sum lagdar verða fram í løgtinginum, eru dikteraðar av stýrisskipanarlógini.

Í nevnda fíggjarlógaruppskotið, sum seinri varð samtykt í løgtinginum, skrivar tá verandi fíggjarmálaráðharri, sum er núverandi Løgmaður:

…. Fíggjarlógaruppskotið 2012 vísir eitt hall upp á 626 mió. kr. . Fleiri inntøkur eru ikki við, tí lógargrundarlagið fyri ymsum inntøkum dettur burtur við árslok 2011, t.d. Gjald til Heilsutrygd og Tilfeingis/loyvisskattur. Um hesar inntøkur vóru við á sama støði sum í 2011, so var RLÚ úrslitið áleið 129 mió. kr. betri. Tá hevði hallið í fíggjarlógaruppskotinum verið 497 mió. kr., ístaðin fyri 626 mió. kr., sum tað er nú. …..

Les meira her http://logting.fo/files/casestate/11947/081.11%20Fragreiding%20til%20figgjarlogaruppskoti%202012.pdf

Ráðandi politiska skipanin í landinum er vorðin heilt ótrúliga smásár. Útsagnir frá Vinnulívsfólkum og øðrum um stórpolitisku verkætlanirnar hjá landsstýrinum, verða tulkaði sum álop, forfylging og tað sum verri er.

Norðlýsið hevur altíð viðgjørt landspolitiskar verkætlanir, sum fáa ávirkan á samfelagið her í Norðoyggjum – líkamikið hvørjir politisku makthavarar hava búð i Tinganesi. Enntá tey, sum vit hava verið ákærd at ligið í song saman við, hava vit ikki hildi okkum burtur frá at funnist rættiliga harðliga at. Verður uppskotið, sum nú fyriliggur í løgtinginum samtykt, far tað sera óhepnar fylgir fyri Norðoyggjar, og tað halda vit hevur týdning fyri okkum at fáa sagt.

Men tað tykist, sum at ráðandi stjórnin í landinum ikki tolir, at tosað verður beinleiðis og serliga um góðu intensjónirnar hjá ráðandi politiska valdinum, vísa seg at fáa óhepnar fylgir fyri ávísar partar í landinum.

Nýggja lóggávan fer eftir okkara tykki at skunda undir sentralisering og samfelagsójavnaðin í Føroyum.

Orðaskiftið í løgtinginum í gár vísti ein politiskan hugburð hjá baði andstøðu og samgongu, sum vísir hvussu lítið virðiligur politikkur kann verða. Løgtings- og landsstýrisfólk tosað ikki longur um innihaldi í politisku málunum, men klandrast um bringuprýði – alt undir heitinum landspolitikkur og undir veingjabreiði hjá Føroyum, sum eitt valdømi.

Fyri nøkrum árum síðan vísti ein doktararitgerð á Fróðskaparsetrinum á tann veruleika, at síðan valdømisskipanin varð sett úr gildi er talið á fólki, sum luttekur aktivt í politisku skipanini minkað við tveimum triðingum.

Omaná hetta kemur at stórpolitiska kjakið í dag gongur í veruleikanum ikki fyri seg í fólkavalda  løgtinginum, men verður stýrt av embætisverkinum og politiskum spunasmiðjum og verður viðgjørt og evna til av sokallaðum serfrøðingabólkum.

Politikkurin er fremmanda gjørdur og lagdur í hendurnar á einari politiskari elitu í Suðurstreymoy. 

Veljarin er avmarkaður til stuttar facebook viðmerkingar har tey kunnu siga hvørjum liðið hann ella hon halda við, júst sum um talan var um eina fremmanda ítróttarkapping.