Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ er fullkomiliga steðgað upp í 1.deild

Jákup Ósá

Liðið hevur sett met sum næstbesta liðið hjá KÍ, sum hevur fingið flest stig nakrantíð, men gongdin seinastu tíðina hevur ikki verið góð, og nú er vandi fyri, at KÍ stendur uttan heiðursmerkið, um verandi gongd heldur fram.

Tað gekk annars frálíkt hjá KÍ áðrenn summarsteðgin eins og fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin. So gott, at KÍ spældi um oddasessin móti AB á Argjum 5. august. Tann dystin vann AB 4-0 og samstundis fekk KÍ liðskiparin Petur Andreasen álvarsaman skaða sum hevur gjørt, at hann ikki hevur spælt síðani. Harafturat hevur Jóannes K. Danielsen, sum í fleiri ár hevur verið millum bestu leikararnar í næstbestu deildini, skift tilveruna á næstbesta liðnum út við nógva spælitíð á besta liðnum. Um tað er orsøkin skal vera ósagt, men síðani er góða gongdin steðgað heilt upp hjá KÍ. Seinastu seks dystirnar hevur KÍ bara vunnið ein dyst, og tað var ein tepur 2-1 sigur móti botnliðnum ÍF, sum hevur einki stig. Í kvøld spældi KÍ á útivølli móti HB, sum liggur á 5. plássi, og har eydnaðist KÍ at fáa ein 1-1 javnleik. Jógvan Isaksen javnaði fyri KÍ í seinna hálvleiki eftir, at Tór H. Av Skarði hevði lagt HB á odda. Hóast vánaligu gongdina, so liggur KÍ á 2. plássi í 1.deild við 40 stigum. So nógv stig hevur næstbesta liðið hjá KÍ ongantíð fingið áður. Men nú eru bara tvey stig niður til Víking á 4. plássi.

Seinastu seks úrslitini hjá KÍ eru hesi:

AB-KÍ 4-0

KÍ-Giza Hoyvík 3-4

B68-KÍ 2-0

ÍF-KÍ 1-2

KÍ-Víkingur 0-1

HB-KÍ 1-1