Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EL-IN 25 ár

Tíðindaskriv

19. september eru 25 ár síðani handilin við navninum el-in lat upp. Tað er nógv vatn runnið í ánna síðani tá, og kanska er tað áhugavert at hoyra hetta klípið úr føroya søgu gjøgnum gluggan í el-in

19. september eru 25 ár síðani handilin við navninum el-in lat upp. Tað er nógv vatn runnið í ánna síðani tá, og kanska er tað áhugavert at hoyra hetta klípið úr føroya søgu gjøgnum gluggan í el-in

Stovnarar eru hjúnini Elin og Hilmar Danielsen. Afturkomin aftaná útbúgvingarútlegd í sløk 5 ár, har Elin var útbúgvin skrivstovufólk og Hilmar sterkstreymsverkfrøðingur, varð í 1991 beinanvegin farið undir at umbyggja part av bakaravirkinum í familiufyritøkuni hjá Olgu og Haldor Holm. Hendan umbygging var gjørd soleiðis, at helvtin av kjallaranum var útsølustað fyri baksturi frá Werners bakarí, meðan hin helvtin varð gjørd til el-handil og el-verkstað. Tad vóru ikki meira enn 100 fermetrar, sum skuldu hýsa handli við lampum og el-lutum, einum installatørverkstaði, skrivstovu og kaffistovu. Virksemið við el-arbeiði byrjaði beinanvegin í 1991 og fyrstu arbeiðini vóru umbygging av húsarhaldsskúlanum, seyðahúsið norðan fyri nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost og ein egningarskúrur við tilhoyrandi frystaríi í Árnafirði.

Tað varð tosað væl og leingi um navn og búmerki til nýggja handilin. Andreas Andreasen, nú býarverkfrøðingur í Eysturkommunu hevði nøkur frálík uppskot, harímillum navnið el-in, sum situr so frálíka væl og spælir uppá fleiri týdningar. Tá nú stórur partur av virkseminum skuldi byggja á el og el-innleggingar, so var tað ein týdningur. Lampur og tað sum handilin skuldi selja, skuldi helst altíð vera in, tvs nýggjasti móti og dentur varð lagdur á, at vørurnar vóru el-drivnar. Í triðja lagi kom navnið á eigaranum væl fram í hesum navninum.

Tíðirnar tá vóru niðurgangandi og fleiri enn einaferð hoyrdust tíðindi um trupuleikar hjá skipum og flakavirkjum, men kortini var, at síggja til, stór ferð á búskapinum

19. september í 1992 var alt klárt og dyrnar vórðu latnar upp í hesum nýggja handlinum á fyrsta sinni. Tað var sera stór undirtøka henda fyrsta dagin, og nýggi eigarin mátti sanna, at tað er ikki so lætt at keypa inn, tí fleiri hyllar vóru skralltómar longu aftaná fyrsta dagin.

Men tað var bara at bíleggja av nýggjum og hetta vóru 2 spennandi vikur, men góða gongdin fekk ein bráan enda. Mánamorgunin 6. Oktober skuldi vísa seg at gerast ein merkisverdur dagur. Hetta var dagurin tá Sjóvinnubankin skuldi halda stóran føðingardag og alt var gjørt búgvið til stóru veitsluna. Áðrenn veitslan veruliga kom í gongd sløkti fíggjareftirlitið veitsluna so dyggiliga, at nærum alt samfelagið sløknaði við. Hesin dagurin gjørdist byrjanin til eina dapra tíð og nærum dagliga hoyrdist um arbeiðspláss, sum fóru fyri bakka. Í nýggja lampuhandlinum kundu eigararnir standa og hyggja út eftir breiða vegnum framvið posthúsinum og út ímóti stóra Føroya Bankanum, hesin vegurin, sum dagliga hevði verið ein yðjandi ketil av bilum og fólki, sum høvdu skund at náa alt tað, sum gerandisdagurin kravdi. Nú var brádliga tøgn, hvørki bilar ella fólk sóust eftir vegnum í fleiri dagar. Eftir nøkrum døgum tordi onkur av neyð at lúra seg út eftir vegnum, men 14. hvønn dag komu nýggj negativ tíðindi, so fólkið aftur helt seg innanveggja.

Tað var sjálvdan, at fólk kom á gátt í handlinum hesar dagarnar á heysti í 1992. Arbeiðsloysið í Klaksvík segðist vera væl yvir 50%, men eingin visti rætta talið, tí eingin skipan var at lofta hesum neyðars fólkum, og tískil var heldur eingin skráseting.

Undrunarsamt var, at júst hendan veturin fyltist bátahylurin á Borðoyavík við stórseiði, og tað vóru ein fjøld av fólki, sum fiskaði seið í bátahylinum hesa tíðina, og tað vóru helst fleiri enn ein, sum hesar dagar sendi eina tøkk uppeftir, fyri óvæntaða fongin í bátahylinum.

Við ársbyrjan 1993 kom meirvirðisgjaldið í gildi. Dagarnar beint áðrenn ársskiftið var tað líkasum, at nakað av gongd aftur kom í handilslívið, tí fólk vildu keypa, áðrenn prísirnir fóru upp. Men eftir ársbyrjan steðgaði umsetningur bæði í handli og á verkstaði fullkomuliga upp og hendan januar mánaðin umsetti fyritøkan fyri minni enn hon ger ein vanligan dag í 2017.

Hesa tíðina var mest nátúrliga reklaman:el-in – eitt ljós í myrkrinum.

Sum tað leið út á várið í 1993 kom spakuliga gongd á virksemið aftur – størsta broytingin var tá Kósavirkið lat uppaftur, og eftir tað, var tað líkasum at tingini byrjaðu at koma á beint aftur. Fyri Norðoyggjar og handilslívið her, hevði Norðoya Sparikassi sera stóran týdning í hesum tíðarskeiðinum, tá bankarnir lógu í andaleypi.

Sum árini liðu vaks virksemið og so líðandi gjørdist tað ov trongt í upprunaligu hølunum. Ein stór broyting var, tá Werners Bakaríð steðgaði við bakstursøluni, tí tá kom møguleikin at tvífalda fermetratalið, og harvið gjørdist møguligt at fara inn á hvítvørusølu og at økja úrvalið munandi bæði við lampum og el-lutum.

Árini aftaná 2000 gjørdist sera trongligt og el-in hevði fleiri leigumál úti í býnum, m.a. hvítvøruverkstað og hvítvørugoymslu.

Í 2005 arbeiddu 10 fólk í el-in, harav størra helvtin á verkstaðnum. Tað var ein ávísur ótti millum handilsfólk og fyritøkur í Klaksvík, tí hvat fór at henda, tá nógv umtalaði undirsjóvatunnilin fór at lata upp í 2006? Handilsfyritøkurnar kýttu seg fyri at vera so klárar sum møguligt til tann stora dagin, við teimum ókendu møguleikunum. El-in fekk seinasta grundstykkið uppi í Klingrugarði, og bygt var av øllum alvi, so at ein nýggjur bygningur kundi standa klárur, áðrenn tunnilin opnaði. Tað var trupult, tí fleiri handlar vóru í gerð samstundis og byggifyritøkurnar høvdu avmarka tilfeingi til hesa brádligu útbygging um allan býin.

29. apríl í 2006 lat tunnilin upp, men eina viku áðrenn hevði el-in latið upp nýggjan handil við tilhoyrandi verkstaði í Klingrugarði.

Við nýggju hølunum komu eisini nógvir nýggjir møguleikar, tí tað var væl rúmligari og arbeiðsligari enn í gamla bygninginum, samstundis sum tað slapst undan leigumálum ymsastaðni í býnum, tí alt kundi savnast á einum stað. Handilin hevur við tíðini útviklað seg til at hava hvítvørur, búnýti og ymiskt annað, men fremsta málið hevur allatíðina verið lampur, perur og jólaprýði, har serliga nógv verður gjørt burturúr. Afturmeldingin frá viðskiftafólki úr øllum landinum hava seinastu mongu árini verið so góðar, at tað hevur eggjað starvsfólkunum til at gera uppaftur meira burturúr, so handilin kundi koma eitt stig longri hvørt ár. Á sumri 2016 komu boð frá Dansk Belysning um at el-in sum handil var nomineraður til heiðurin sum ársins handil 2016. Hetta hildu vit vera somikið stóran heiður, at vit fóru við til tiltakið, har vinnarin varð kunngjørdur. Hetta var á Dansk Belysningsmesse í Herning, har tað varð kunngjørt á tiltaki um kvøldið, at el-in – ímillum lampuhandlar í Grønlandi, Føroyum og Danmark,var valdur ársins handil í 2016. Grundgevingarnar vóru so framúr, at umboðini frá el-in vóru heilt rørd av heiðrinum. Millum grundgevingarnar varð nevnt, at el-in tordi betri enn vanligt at ganga nýggjar leiðir bæði við úrvali og uppseting, umframt at starvsfólkini vóru framúr blíð og fyrikomandi at keypa frá. Eingin ivi er um, at hesin heiður gav starvsfólkunum blóð á tonna, at gera uppaftur meira burturúr, fyri at vera besti handil innan sítt øki.

Jólaprýðið er sum sagt eitt av økjunum, har el-in ger serliga nógv burturúr, og tað er serliga hugaligt hjá starvsfólkunum, tá tey síggja hvussu spent fólk koma úr stórum parti av Føroyum at síggja, hvussu jólaprýðið er sett fram.

Verkstaðurin

Tá tosið fellur á el-in hugsa fleiri fólk um ein el-handil, men veruleikin er, at handilin er minni parturin í fyritøkuni el-in. Á verkstaðnum hjá el-in starvast í dag 15 fólk, og arbeiðsøkið er el-umvælingar og nýgerð. Á skipum og virkjum, eins væl og í alivinnuni, eru elektrikarar frá el-in hvønn dag í holt við at loysa smærri og størri uppgávur. Samstundis arbeiða okkara elektrikarar eisini við nýgerð á stovnum sum ellisheimum og skúlum ella handilsbygningum. Sum dømi kann nevnast, at el-in eisini ger eldávaringarskipanir til stovnar, sum sjálvvirkandi geva uppkall til brunaumsjónina, um eldur er í. Á hesum økinum koma fleiri fyrispurningar, serliga nú eftir stóra eldsbrunan á Tvøroyri fyrr í ár, og tað gongur sjón fyri søgn, at ein slík skipan kann bjarga bæði bygningum og mannalívum, um eldur kemur í. Størsta verkætlanin, sum verkstaðurin er partur av í løtuni, er el-arbeiðið til nýggja skúlan í Klaksvík, sum tó ikki kemur í hæddina fyrrenn í 2018, tá arbeiðið innanveggja kemur rættuliga í gongd.

Verkstaðurin vil fegin hava gott fólk og millum elektrikararnar teljast eisini menn við hægri útbúgvingum sum maskinmeistara-, datamatikara- og verkfrøðingaútbúgving, og kunnu hesir vera við til at halda eitt høgt støði og at geva okkum møguleikan at bjóða okkum fram til alskins uppgávur innan el-vinnuna, sum verður størri fyri hvørt ár sum gongur.

Verkstaðurin hevur bygt upp eina stóra goymslu av motorum, pumpum, akkumulatorum, kontaktorum og annars við øllum tí sum skal til, um ein trupuleiki skal loysast í ella uttanfyri arbeiðstíð. Tað er soleiðis av stórum týdningi, at vit eru til reiðar á sjógvi og landi allar tímar á døgninum og allar dagar í árinum.

Eins og handilin hevur gjørt nógv burturúr til føðingardagin, so ger verkstaðurin eina útstilling við útvaldum vørum at sýna fram á føðingardegnum.