Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta uppskotið fer at kosta Klaksvíkar Kommunu millum 30 og 70 milliónir um árið

Norðlýsið

Jógvan Skorheim heldur lítið um fiskivinnuuppskotið, sum nú er lagt fyri tingið.

– Taka vit Klaksvíkar Kommunu, so kemur hetta at kosta minst 30 milliónir um árið og taka vit avleidd virksemi, so kemur tað kanska uppá 70 milliónir, segði Jógvan Skorheim frá Sjálvstýrinum, sum spurdi landsstýrismannin um at útgreina, hvørjar avleiðingar hetta uppskotið fer at fáa fyri økini, har nógv fiskivinnuvirksemi er í dag. Hann helt eisini, at vinnunevndin má kanna hetta. Hann segði, at hjá Klaksvíkar Kommunu kom helvtin av skattakrónunum inn beinleiðis frá fiskivinnuni.