Nógv vatn er runnið í ánni síðani tey bæði, Hilmar og Elin Danielsen lótu upp handil í húsunum hjá abbanm, Haldur Holm í Vági.
Vit vitjaðu stutt inn á gólvið í dag. Har var sum altíð fryntlig móttøka og stórur blíðskapur. Í hesum sambandi hevur EL-IN nógv góð tilboð í Norðlýsinum, so tað er bara at vitja inn á gólvið og fáa sjón fyri søgn.
Norðlýsið ynskir øllum á EL-IN hjartaliga tillukku á degnum.




