Video: – Í Suðuroynni fáa vit størri inntøkur av hesum uppskotinum, heldur Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini og tinglimur fyri javnaðarflokkin.
– Borgarstjórin í Klaksvík roknar við, at eini 20-30 prosent av kommunuinntøkunum fara at minka hjá teimum, men tað er sjálvandi tað, sum í ringasta føri kann henda. Sjálvandi vóna vit ikki, at tað verður so ringt, sum hann sigur.
– Hetta fer at økja um inntøkurnar í Suðuroynni, so vit eru nøgdir við hesa skipanina, sum vit hava fingið snikkað saman. Sí alla samrøðuna við Bjarna Hammer niðanfyri.




