Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrilestur við Casper Blom og Martin Larsen

Íverksetarahúsið

Hóskvøldið 21. september kl 19:00 skipar Íverksetarahúsið fyri einum kveikjandi tiltaki í Klingruni í Føroya Tele í Hoyvík. Á skránni verða framløgur við kendu donsku íverksetarunum Casper Blom og Martin Larsen

Casper Blom byrjaði við egnum nethandli sum einans 12 ára gamal, og hevur síðani verið við til at stovna fleiri fyritøkur. Sum 18 ára gamal seldi hann fyri 1 mill. á nethandlinum og er í dag eigari av m.a. Soundboks, Chili Security og Dominos Pizza í Danmark.

Martin Larsen hevur m.a verið við at stovna Just-Eat í Svøríki og í dag rekur hann Chilly Security.

Teir fara báðir at fortelja sína søgu og greiða frá teirra royndum at byggja upp og reka egna fyritøku.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.