Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgin klassikari

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) Púra óvæntað fekk KÍ møguleikan at koma innaftur í FM stríðið, men megnaði tað ikki. HB skuldi vinna fyri at varðveita Europa League møguleikan, men megnaði tað ikki. KÍ hevði møguleikar í fyrra hálvleiki og HB í seinna hálvleiki. Tí var javnleikur kanska ikki óuppiborið, hóast KÍ sat meir á spælinum og at síggja til vildi vinna meir enn HB.

Bæði liðini byrjaði í eini uppstilling, sum tey flestu høvdu væntað. Fitt av áskoðarum vóru til dystin, sum undan dystinum var mest mettur sum ein dystur, sum fekk stóran týdning fyri Europa League, tí FM stríðið var sambært teimum allar flestu avgjørt.

KÍ sat á fyrra hálvleiki

Í fyrra hálvleiki byrjaði KÍ væl og sat á størsta partinum av fyrra hálvleiki. Onkrir góðir møguleikar komu burturúr, har serliga Páll A. Klettskarð kundi havt skorað. HB var einaferð tætt við, tá Bartal Wardum var framvið eftir deyðbóltsstøðu. 0-0 í hálvleikinum, men útfrá spælibýtinum átti KÍ kanska at havt verið á odda.

HB kundi stolið alt móti endanum

Í seinna hálvleiki vóru fyrstu 35 minuttirnir helst nakað av tí keðiligasta, sum vit nakrantíð hava sæð, tá KÍ og HB hava leikt. Spælið hekk als ikki saman hjá nøkrum av liðunum, og tað var ikki nær við at koma ein mál møguleiki burturúr. Seinastu løtuna hendi meir. Fyrst skallaði Ahmed Mujdragic eitt hornasparksinnlegg uppum, men seinastu løtuna kundi HB tvær ferðir vunnið dystin. Fyrst var Símun Samuelsen spældur púra leysur og einsamallur við Meinhardt Joensen var hann ikki nóg kaldur, og so kundi Meinhardt Joensen, sum veruliga hevur víst stórspæl seinastu dystirnar, bjargað. Løtu seinni bleiv Øssur Dalbúð rímiliga fríður, men hann skeyt viðsíðuna av. Endaliga úrslitið var 0-0 í einum dysti, har bæði liðini stríddust, men har spælið sjáldan rakti nakrar hæddir. 

Løgin seinni hálvleikur

Tað var løgið at vera vitni til seinna hálvleik í Klaksvík. Frá øðrum dystum hendi heilt óvæntað úrslit. Fyri fyrstu ferð í 2 ár stóð Víkingur til at tapa móti einum botnliði í einari seinnu hálvu, og í Sørvági var B36 aftanfyri meginpartin av tíðini. Heimaáskoðarafjøldin vísti greið tekin, tá suðuroyingar skoraðu síni mál og tóku leiðsluna í seinna hálvleiki. Men inni á vøllinum sá tað ikki út til at hava góða ávirkan á KÍ liðið, kanska heldur øvugt. Tí KÍ hevði onga uppskrift í seinna hálvleiki til at lata HB verjuna upp. Móti endanum bleiv Albert Adu skiftir út og tann avgerðin hjá KÍ venjaranum var týðiliga ikki væl umtókt millum heimaáskoðararnar, men helst var ætlanin at fáa broytt álopsspælið soleiðis, at KÍ kundi skapa møguleikar, sum liðið ikki megnaði allan seinna hálvleik – við Albert Adu á vøllinum. Einasti hampiliga stóri møguleikin hjá KÍ í seinna hálvleiki kom í 83. minutti, tá Ahmed Mujdragic skallaði hornasparksinnlegg frá innskifta Dion Splidt uppum. Tað, sum eisini var løgið við seinna hálvleiki, var, hvussu HB liðið taklaði dystin. HB tók sær sera góða tíð, tá steðgir vóru og til endans sást eisini, at summir HB leikarar als ikki skiltu, hví summir av sínum viðleikarum brúktu so langa tíð uppá deyðbóltsstøðurnar. Tí kundi KÍ brúka javnleikin til at tryggja sær Europa League (men ikki í mun til FM stríðið), so kundi HB ikki brúka ein javnleik til nakað sum helst uttan so, at onkur óvanliga stór sensatión hendir seinastu trý umførini, har HB innheintar 7-8 stig uppá trý umfør til KÍ ella B36. Men kanska var ætlanin líka so nógv, at fáa KÍ liðið at leypa framav og fáa frustrasjónir. Um so er, so mundi tað eydnast. Tí í veruleikanum var HB nógv tættari við at vinna dystin móti endanum í seinna hálvleiki, tá KÍ verjan bleiv nógv meira opin. Men tað var ikki gamalt, at eitt HB lið á 5. plássi kom til Klaksvíkar at spæla uppá javnleik, tá bara ein sigur kundi brúkast á stigatalvuni fyri at bjarga einum ári, sum í løtuni sær út til at blíva miseydnað.

KÍ næstan tryggjað sær Europa League men hevur ikki meistarastøðið

Javnleikurin í dag tryggjaði KÍ nærum við vissu Europa League luttøku næsta ár. KÍ skal missa 8 stig í mun til HB seinastu trý umførini og hóast trupla skrá, so skal ein sensatión til, um tað skal henda. Men KÍ megnaði ikki at gagnnýta møguleikan at koma veruliga inn í aftur FM stríðið, nú TB/FC Suðuroy/Royn helst stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum hetta kappingarárið við at vinna á Víkingi, sum vanliga ikki setur stig til móti botnliðum í endaspurtinum. KÍ var leikliga væl betri enn HB, men eitt verjukent HB lið var sera væl skipað og helt KÍ frá stórum møguleikum størsta partin av tíðini, serliga í seinna hálvleiki. KÍ hevði við tapið komið í vanda fyri at missa Europa League pláss, meðan ein sigur hevði sett trýst á Víking. Vit sóu í dag og hava sæð gjøgnum alt kappingarárið, at KÍ hevur ikki meistarastøðið og manglar tað síðsta til ordiliga at leggja trýst á Víking. Avgerandi dystirnir vera ikki vunnir. KÍ tryggjaði sær í dag næstan við vissu Europa League pláss, men misti helst eisini allar seinasta møguleikan til FM. Seinastu trý umførini fara helst at snúgva seg um, hvørs tað eydnast KÍ at vinna heiðursmerkið annað árið á rað og um so verður, so stendur tað millum silvur ella bronsu heiðursmerkið. KÍ hevur ongantíð áður í hesi øldini vunnið heiðursmerkið í landskappingini tvey ár á rað.