Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í kvøld halda B68 viðhaldsfólk við NSÍ

Jákup Ósá

NSÍ og KÍ møtast í týðandi dysti fyri oddastríðið og uppflytingina í 1.deild.

Undan dystinum er støðan í toppinum hendan:

1. AB 55 stig (23 dystir + 53 í málmuni)

2. Víkingur 44 stig (24 dystir + 18 í málmuni)

3. KÍ 43 stig (23 dystir + 27 í málmuni)

4. B68 43 stig (24 dystir + 15 í málmuni)

5. HB 33 stig (24 dystir +12 í málmuni)

6. NSÍ 33 stig (23 dystir + 9 í málmuni)

Fyri at flyta upp skal ein enda í topp 3. Sostatt hevði bara eitt lið flutt upp, um kappingin endaði nú. Men enn kann B68 røkka uppflytingini og til tað krevst hjálp frá øðrum liðum. Tí hevur tað týdning fyri B68, at NSÍ tekur stig frá KÍ í kvøld. KÍ tekur eitt stórt fet ímóti at fáa heiðursmerkið við at vinna kvøldsins dyst. Tí er tann sjáldsama støðan í kvøld, at flestu B68 viðhaldsfólk helst halda við NSÍ, tí tað betrar um møguleikarnar hjá B68 at flyta upp

Dysturin í Runavík byrjar kl. 17.30.