Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frálíkt legendkvøld við Robert McBirnie

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í gjárkvøldið var enn eitt av væleydnaðu legendkvøldunum í Spaniastovu. Eftir at Rani Nolsøe hevði greitt eitt sindur frá upprunanum til Rock n Roll-skeiðið, hevði Rudollf Joensen eina samrøðu við Robert McBirnie, Føroya fyrsta rock n roll tónleikara, um tónleikaligu yrkisleið hansara

Í gjárkvøldið var enn eitt av væleydnaðu legendkvøldunum í Spaniastovu. Eftir at Rani Nolsøe hevði greitt eitt sindur frá upprunanum til Rock n Roll-skeiðið, hevði Rudollf Joensen eina samrøðu við Robert McBirnie, Føroya fyrsta rock n roll tónleikara, um tónleikaligu yrkisleið hansara

Komið var inn á tónleikarákið uttan úr heimi við m.a. Radio Luxemburg, Elvis, Skiffel-stílin, Beatles, Stones, og mikið annað.

Eisini greiddi Robert, sum er føddur í 1943 frá, at hann í 50-unum plagdi at vitja mostur sína í Klaksvík, Ester og Sámal Mikkelsen. Tey vóru tá inngift hjá Mikkjal Petur uppá Vágsheygnum. Tí lærdi hann nógvar Vágsheygadreingir at kenna – teirra millum Karl Frits og Helga Laksafoss. Tað var ikki keðiligt á Vágsheygnum tá!

Mostirin á Vágsheygnum

Tað vóru nógv góð minnir av Vágsheygnum og mostirin tók sær væl av honum, segði Robert. Eisini Sámal, sum ein dagin segði við Robert: “Far norður á Kósina og snakka við Leivur í saltfiskinum – Heilsa honum frá mær”!. Tað var ikki meir enn hálvtalað orð, so var Robert í arbeiði saman við øllum hinum monnum og unglingunum í Klaksvík, norðuri á Kósini.

Fyri pengarnar, hann forvann, keypti hann ein guitar fyri kr. 150,- frá Corona-Páll, sum hevði ein handil beint omanfyri Kósina. Fyrstu tíðuna hekk guitarurin mest á vegginum og styrkti um dreymin einaferð at verða sum Elvis – standa á palli og syngja, og kanska gjørdust damurnar eins veikar um hjartað, sum hjá Elvis.

Ikki fyrr nøkur ár seinni kom Robert í samband við Frelsunar herin, har hann lærdi trý greb. Men tann, sum rættiliga lat dyrnar upp til guitarheimin hjá Robert, var Jákup hjá Bassanum, sum lærdi hann fleiri greb og durar á guitarinum.

Læraraskúlin

Robert fór á læraraskúla í Nørre Nissum, har fleiri føroyingar hava gingið, teirra millum Heðin Kambsal. Men alla tíðina spøkti tónleikurin og einaferð endaðu Robert og Jákup hjá Bassanum (Seinni Jákup Mortensen, sparikassastjóri í Runavík) á eini tónleikakapping í Tivoli – Tað gekk væl, greiddi Robert frá, vit blivu nr. tvey (tað vóru bert tvey orkestur við til kappingina).

Robert legði leiðina heimaftur til Føroyar, men vildi mamman, at tað skuldi koma nakað burturúr dreinginum, so hon stuðlaði undir, at hann skuldi fara á læraraskúla í Tórshavn. Fittur og lýðin, sum hann var, lat hann sær siga og fór til Havnar. Hann hevði fingið eitt kamar at búgva í, men tá ið hann kemur innar, sita tríggir skopuningar og roykja ball inni á kamaranum.

Tórshøll

Hetta hugaði Robert ikki, fór ein túr í býin, og endaði inni á Tórshøll. Har spældi eitt orkestur og løtu seinni stóð hann á pallinum og sang. Tað sum Robert ikki visti var, at aftast í einum horni stóð friðarligi guitarsnillingurin úr Fuglafirði, Atli Hansen og lýddi á. Atli spældi við Faroe Boys og teimum vantaðu ein sangara, tí hin fyrri var liðugur við skúla og farin heimaftur.

Dagin eftir á Læraraskúlanum standa Atli Hansen og Bjarni Skaalum í einum króki og teska til hvønn annan, greiðir Robert frá, og hann sær týðiliga, at teir snakka um seg. Endin varð so, at teir spyrja, um hann hevur hug at koma at syngja og spæla saman við teimum í Faroe Boys, og restina av søguni kenna vit.

Stóra spælistaðið hjá Faroe Boys gjørdist Sjónleikarahúsið, og Faroe Boys varð tað heilt stóra navnið í Føroyum – Ja, íslendingar kallaðu Faroe Boys fyri føroysku Beatlarnir. Teir vitjaðu tvær ferðir í Íslandi, har alt mundi farið um koll av Faroe Boys.

Teir góvu plátur út í 1964, 65 og 67. Faroe Boys varð stovnað í 1961, og kom Robert við í 1963 og spældi við har til læraraskúlin var liðugur í 1967, og allir fóru í hvør sína ætt.

Lærari í Klaksvík

Fyrsta skúlaárið hjá Robert sum lærari var í Klaksvík í 1967, haðani hann minntist so nógv gott. Her var hann eisini undangongumaður og skipaði fyri fyrstu poppkonsertini í Klaksvík – hetta var á Spinnarínum. Spinnaríið bleiv umkolfadrað við palli og kulissum, sum m.a. Sámal Mikkelsen var við til at smíða.

Kári Mouritsen, sum spældi bass 1965-67 og Jákup hjá Bassanum – Mortesen, sum legði Roberti lag á at spæla, og sum var við til at stovna NSÍ, vóru báðir við í gjárkvøldið og sótu við stórum smíli og lýddu á. Teir høvdu okkurt skemtiliga at leggja afturat mognu søgunum hjá Roberti eftir framløguna.


Intimkonsert
Síðani varð ein stutt konsert við góðu gomlu løgunum við Rani Nólsøe Band, har Robert framførdi nøkur av teimum kendastu frá fyrstu tónleikatíðini. Húsaorkestrið, sum spældi undir hjá Robert McBirnie, var mannað við Jógvan Fróði Baldvinsson, bass, Jens Pauli Joensen, trommur, og Rani Nólsøe, guittar.

Eitt frálíka hugnaligt og áhugavert kvøld!