Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eplafestivalurin – marknaður, sølutorg og spøl

Oliver Joensen

 Í besta hestveðri vístu skúlabørnini okkum ymisk spøl á einum teigi oman ímóti Sandsvatni við Traðir. Í morgun klokkan 10 lótu ymisku sølubúðirnar og framsýningarnar upp á Eplafestivalinum. Um 11 tíðina gingu skúlabørn í skrúðgongu av Sands Skúla og yvir í Traðir, har tey byrjaðu framførðslu.

Sera nógv fólk er komið í oynna, og nú eg sitið og skrivi og leggi myndir út, skýnur sólin og eitt frískt lágarættarlot er og sera gott og lýtt veður.

Roykurin av matgerð er í løtuni um allar Traðir, tí nú verður langtíðarsteikt, skjótt steikt, kókað, steikt á pannu, bakað og “you name it” alt verður gjørt fyri at vitjandi skulu kunna fáa mettuna, líkamikið um tú ert til eitthvørt etandi, kjøt, sós, køku ella eitthvørt annað. Ert tú til køku, so er nógv at velja ímillum. Elsa kemur beint inn til mín nú við heimagjørdum ísi, so tað er bara at koyra til Gomlu Rætt og koma yvir um við Teistanum. Ert tú í Sandoynni og er sjálvandi lag á manni – Í løtuni er tað í Trøðum á Sandi tað gongur fyri seg.