Fyrsta lágtrýstið í heyst við nógvari megi við er í løtuni beint vestan fyri Føroyar. Tað flytur seg ímóti okkum, og fer eftir ætlan framvið skamt sunnan fyri Suðuroynni á midnátt í kvøld.
Kring hetta lágtrýst hevur mesti vindurin verið, har sum brúgvaløgini eru – tey eru í dag og í kvøld í leiðunum frá Skotlandi til Vesturnoregs. Har er miðalvindurin upp ímóti stormi, 20 m/s. Ættin er sunnan.
Men tað er eisini nógvur vindur vestan fyri miðjuna á lágtrýstinum. Tað er hetta økið, sum nærkast okkara leiðum.
Í dag hevur ættin í Føroyum flutt seg úr suðuri og upp ímóti eystri. Sum seinnaparturin gongur og kvøldið eisini fer ættin upp í norðan. Í nátt verður ættin útnyrðingur. Vindurin veksur í nátt, og í morgin ári er vindferðin komin upp í 13 til 18 m/s; fyrrapartin 18 til 23 m/s. Stormur!
Allan seinnapartin í morgin og annaðkvøld fer miðalvindferðin at liggja oman fyri 20 m/s úr lágum útnyrðingi – skýggjað og regn.
Týsdagin verður minni vindur av útnyrðingi og vestri, 10 til 15 m/s – saman við ælaveðri og regni.




