Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB kvinnirnar dansaðu sigursdans á Djúpumýru í dag

Oliver Joensen

 HB Kvinnurnar vunnu heili 4-0 á KÍ kvinnunum á Djúpumýru í dag. 

Tað man vera langt síðani at HB hevur vunnið stórt á KÍ í kvinnudeildini og hinvegin er sera langt síðani eitt slík stórtap hjá KÍ kvinnunum.

HB legði út við einum sera verjukendum uppleggi. Saman við vælleikandi málmalverja eydnaðist  strategiin til fulnar. KÍ trýsti og trýsti. og fyri stóran part gekk spælið fyri seg á HB hálvuni, men verjukenda spælið gjørdi at tær avsluttningar hjá KÍ, sum raktu málið tók málverjin.

Í hinum endanum var HB sera effektivt. Tær høvdu fáar málmøguleikar, men brúktu møguleikarnar og tí endaði dysturin við einum stórtapi til KÍ 4-0.