Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiskt morð í Tinganesi

John William Joensen

Veruliga søgan aftan fyri stóru fráfaringar lønina hjá fyrrverandi forstjóranum í Betri samtakinum, Súna Swartz Jacobsen, er ein politisk gøla, sum verður tagd í hel í høvuðsstaðnum, sum mansmorð.

Veruliga søgan aftan fyri stóru fráfaringar lønina hjá fyrrverandi forstjóranum í Betri samtakinum, Súna Swartz Jacobsen, er ein politisk gøla, sum verður tagd í hel í høvuðsstaðnum, sum mansmorð.

Fólk hava seinastu vikurnar verið á gosið um stóru samsýningina, sum nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna valdi at lata fyrrverandi stjóranum í Betri samtakinum, nú hann, sambært almennu frágreiðingini, valdi at leggja frá sær sum stjóri.

Men hóast KVF hevur gjørt nógv burtur úr at viðgera sjálva peninga upphæddina í baði tíðinda og undirhaldssendinum, hevur eingin í høvuðsstaðarpressuni, hugt nærri at málinum og sett kritiskar spurningar til politiska myndugleikarnar, sum hava verið djúpt inni í málinum frá fyrsta degi av.

Eitt skattamál er vanliga eitt mál millum privatpersónar/fyritøkur og TAKS. Men málið fekk bein at ganga á tá umboði hjá fíggjarligum støðufesti í táverandi Eik banka, bráddliga tók seg úr nevndini. Samstundis boðaði umboðsmaðurin hjá Fíggjarligumstøðufesti frá, at hann ikki kundi góðtaka kravi frá leiðslu og nevnd bankans, um at felagið átti rætt til ein stóran skattafrádratt. Grundgevingin var m.a. at Fíggjarligtstøðufesti longu hevði gjørt frádráttin galdandi og tí kundi hann ikki krevjast einaferð enn.

Samstundis verða trúnaðarskjøl hjá bankanum send til m.a. blaðfólk á Dimmalætting, Sosialinum og KVF. Hetta verður ongantíð melda til politiið hóast fjølmiðlafólk, landsstýrisfólk og onnur eru væl vitandi um hvør, ið hevur likið nógv umrøddu skjølini.

Blaðmaður á Dimmalætting, sum eisini er útbúgvin grannskoðari, viðger nevndu skjøl í drúgvari greinarøð og hann kemur til tað niðurstøðu at bankin eigur rættin til skattafrádráttin.

Men KVF og Sosialurin, sum samstarva um at lesa somu skjøl, koma til eina heilt aðra niðurstøðu. Hóast bankin ongantíð fekk eina krónu av skattapeninginum, leggja Sosialurin og KVF bankan undir at fremja skattasvik og fyri at hava tiltuska sær milliónir av skattapengum við svikið.

Fjølmiðlasøgan verður eisini viðgjørd í landsstýrinum og málið kemur í hæddina tá sjálvur Føroya Løgmaður leggur seg út í málið millum TAKS og Eik.

Løgmaður heitir beinleiðis á Eik banka um at leggja øll skjøl alment fram, tí fólkið kann ikki liva við óvissuni um hvørt bankin skal hava lumpa seg til ein skattalætta. Boðini frá Føroya Løgmanni fara út umvegis Sosialin og síðani KVF. Eisini landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Poul Michels, stuðlar útsøgnini frá løgmanni í miðlunum.

Landsstýrið grípur inn.

Frammanundan almennu útsøgnunum frá landsstýrinum, hevur landsstýrismaðurin í Vinnulívsmálum, Poul Michelsen, boða frá at hann arbeiddi við at broyta tryggingarlógávuna, soleiðis at stóru og peningasterku feløgini, sum Ognarfelagið Tryggingartakaranna átti 100%, ikki kundi leggjast undir somu leiðslu. Harafturat skal broytingin gera tað ógjørligt at somu nevndarlimir ganga aftur í ymisku feløgunum. Grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum fyri at nokta samtakinum at gera brúk av eyðsýndu stórrakstar fyrimunum var, at føroyingar ikki máttu enda í somu støðu sum tá Eik Banki og Eikgrunnurin, saman við danska Eik Bankanum fóru á húsagang, tí ymisku feløgini vóru samantvinnað við veðhaldum og øðrum.

Hendan argumentatiónin vann lítla undirtøku í leiðslu og nevnd í Ognarfelagnum. Orsøkin var at verandi tryggingarlóggáva júst forðar fyri at feløgini verða knýtt saman peningaliga, tí sambært galdandi lóggávu skal landsstýrið góðtaka slíkar avtalur, um tær skulu hava løgfrøðiligt gildið. Grundstøði í argumentunum hjá landsstýrismanninum hevði einki hald í veruleikanum og fall fullkomiliga til jarðar.

Fyri nevnd og leiðslu í samtakinum, má tað av góðum grundum hava virka sum ein sjálvfylgja at feløgini í samtakinum brúktu teir fyrimunir, sum eru í slíkum samtakið, sum felags leiðslu o.a.. Hetta kundi sambært vanligum handilsskapi bert verða til fyrimuns fyri viðskiftafólk og kappingarstøðuna hjá samtakinum í Føroyum og uttanlanda.

Bygnaðurin verður síðani samskipaður og Súni Swartz Jacobsen, sum verður nýggjur forstjóri í øllum feløgunum hjá samtakinum, verður góðkendur av danska fíggjareftirlitinum uttan viðmerkingar.

Men so brestur bumban.

Tryggingareftirlitið, sum er beinleiðis undir landsstýrismanninum í Vinnumálum, noktar at góðkenna forstjóran. Og øll tilgongdin og strategi hjá nevnd og leiðslu í samtakinum verður við hesum tveitt í skrellispannina.

Norðlýsið hevur roynt at fingið innlit í grundgevingarnar hjá Tryggingareftirlitinum, fyri avgerðini, men tað er okkum noktað.

Eftirlitið er beinleiðis undir landsstýrismanninum, sum fyri kortum blandaði seg persónliga upp í starvseting av aðalstjóra, hóast starvssetanin lá undir Løgmanni og starvssetanarbólkur, sum løgmaður hevði sett hevði gjørt innstilling og avgreitt málið.

Stjórin offur í politiskum morði.

Tað er púra greitt at avgerðin hjá tryggingareftirlitinum kom illa við hjá samtakinum, og endan var at Suni Swartz Jacobsen, gjørdi fráfaringar avtalu við nevndina í samtakinum, sum hevur verið nógv frammi í miðlunum seinastu vikuna.

Tað er eingin ivi um at nevndin í samtakinum, hevði ikki givið fyrrverandi stjóranum heilar 9 mió. kr. um tað var stjórin, sum av sínum eintingum hevði valt at siga upp.

So væl spælir klaveri ikki – sjálvt ikki í Havn.

Eftir at tryggingareftirlitið hevði gjørt greitt at tað ikki kundi góðtaka persónin, Suna Swartz Jacobsen, hevði nevndin einki annað val, enn at gera enda á samstarvinum við forstjóran.

At stjórin í samtakinum hevur havt ein sáttmála, sum gevur ymisk rættindi – er eingin ivi um, og at partarnir so samdust um eina fráfaringarløn, sum svarar til tríggjar árslønir, er ikki ørvísi enn prísurin er fyri at siga ein vanligan tænastumann úr starvið. Av tí at talan er um eina semju millum tveir partar er eingin ivi um at upphæddin er munandi minni enn tað sum samtakið hevði verið noytt at gjalda stjóranum, um stjórin ikki góðtók at fara ”sjálvur”.

Skal øll søgan um stóru fráfaringarlønina til fyrrverandi forstjóran í Betri samtakinum verða søgd almenninginum, so liggur bólturin hjá Føroya Løgmanni og Landsstýrismanninum í Vinnumálum.

Men er er larmandi tøgn.