Ráðgevaraparturin hjá NUMO, løggilt grannskoðanarvirki, hevur aftur í ár greinað línuflotan. Greiningin fevnir um línuskipini yvir 110 tons samsvarandi flokkingini í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Ráðgevaraparturin hjá NUMO, løggilt grannskoðanarvirki, hevur aftur í ár greinað línuflotan. Greiningin fevnir um línuskipini yvir 110 tons samsvarandi flokkingini í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Ráðgevaraparturin hjá NUMO hevur drúgvar royndir, tá tað kemur til fíggjarviðurskifti og karmar hjá fiski-og alivinnu.
Línuskipini hava árini 2012 og 2013 í miðal havt undirskot. Úrslitið í 2014 batnaði munandi og gjørdist positivt, meðan tað aftur gjørdist negativt í 2015. Í 2016 er úrslitið aftur positivt, tó er talan um avmarkað avlop. Orsøkin til bøtta úrslitið í 2014 er serliga fíggjarinntøkur hjá onkrum skipum og generelt hægri miðalprísur. Árið 2016 er eisini merkt av serligum fíggjarinntøkum.
Tað er stór spjaðing í úrslitunum í 2016, okkurt av vanligu línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl, og serliga frystilínuskipini kláraðu seg væl. Lyklatølini fyri raksturin vísa, at raksturin hevur roynst heldur betur í 2016 enn í 2015.
Fyrstu 6 mánaðirnir í 2017 hevur avreiðingarvirðið roynst betur enn sama tíðarskeið í 2016.
Línuskipini eru undir fiskidagaskipanini, og flestu skipini hava íslandskvotu umframt møguleika at fiska við Flemish Cap og Grønland.
Hesin parturin av flotanum hevur nógv fólk í arbeiði, og er eisini grundarlag fyri týðandi vinnu á landi, og hevur potentiali fyri at landa fisk av serliga høgari góðsku.
Roknskapargreiningin vísir eisini, at fiskiloyvini, sum línuskipini hava keypt, hava áleið sama virði, sum skrásetta eginognin hjá línuskipunum við árslok 2016. Verða loyvini partvís inndrigin í 2017 minkar eginognin samsvarandi alt annað líka.
Við árslok 2016 hevur hesin parturin av flotanum skert gjaldføri og ein soliditet á einans 12% við árslok 2016, sum er lutfallið millum eginpening og skyldur tilsamans.
Norðlýsið hevur spurt NUMO um, hvussu hesin parturin av flotanum er fyri at keypa rættindi á eini uppboðssølu, sum samgongan hevur lagt fyri løgtingið.
Í hesum sambandi vísir NUMO til greiningina, sum greitt vísir, at hesin parturin av flotanum hevur ligið í tungum sjógvi í nógv ár, og tískil hevur ikki kunna konsoliderað seg. Tað merkir at línuflotin hevur ikki fíggjarliga orku til íløgur í nýbygging av skipum, keyp av fiskirættindum v.m., tó at tað eru reiðarí sum hava fíggjarliga orku. NUMO metir tí, at ætlaða uppboðssølan vil raka henda partin av flotanum meint.
Norðlýsið hevur tí spurt NUMO, um tað eru aðrar loysnir enn uppboðssøla fyri at taka tað úr vinnuni, ið tað almenna eigur at fáa, men sum letur vinnuna hava tað eftir, sum vinnan eigur at hava.
Her vísir NUMO á leistin, sum onnur lond hava valt, ið er at seta tilfeingisgjald á veiddan fisk. Hesa skipan hava vit frammanundan fyri tann partin av flotanum, ið hevur umsetiligar kvotur, og sum hevur víst góð úrslit. Ein skipan við tilfeingisgjøldum, har tað almenna fær sítt og vinnan sítt, skal skipast soleiðis, at hon fremur effektivitet, samstundis sum tað verður rúmd fyri at uppbyggja kapital í vinnuni til nýíløgur og til at standa ímóti sveiggjunum, sum eru í fiskivinnuni. Ein slík skipan stuðlar undir, at mest møguligt fæst burturúr samlaðu virðisketuni og vil geva vinnuni stabilar karmar.




