Kári P. Højgaard sigur, at hann kendi einki til innanhýsis avtaluna í samgonguni millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, um at bíta formanssessin í Vinnunevndini sína millum.
Kári P. Højgaard sigur, at hann kendi einki til innanhýsis avtaluna í samgonguni millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, um at bíta formanssessin í Vinnunevndini sína millum.
Í morgun avgjørdi ein tepur meiriluti av Vinnunevndini, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri, at Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi slapp at taka yvir formanssessin eftir Bjarna Hammer úr Javnaðarflokkinum.
Formaðurin í Sjálvstýrið, Jógvan Skorheim, segði við KVF, at tá býti av nevndarsessum varð gjørt av fyrstantíð í løgtinginum, varð ein avtalað gjørd millum samgonguna og Sjálvstýri, og tí var tað sjálvsagt at Sjálvstýrið stóð við hesa avtaluna.
Kári P. Højgaard, tinglimur hjá Tjóðveldi sigur í viðmerking, at hann kennur einki til hesa avtaluna ímillum samgonguflokkarnar.
– Men sjálvandi skulu vit halda okkara part av avtaluni. Fyri okkum er tað fullkomiliga líka mikið um tað er Bjørt ella Bjarni, sum er formaður í Vinnunevndini.
Tað er annars rættiliga óvanligt at sami flokkur eigur baði landsstýrismannin í Fiskivinnumálum og formannin í Vinnunevndini, tí hesir báðir sessarnir eru sera týðandi tá fiskivinnupolitisk mál skulu evnast til og viðgerast í samgongu og løgtingið. Sostatt hevur Javnaðarflokkurin við at lata Tjóðveldi formannsessin, ein sera týdningarmikla sess og harvið eisini ávirkan á fiskivinnupolitikkin.




