Á fundi í formannskapinum hjá Løgtinginum í morgun hevur tilmælið frá løgtingsskrivstovuni, um at vísa lógar uppskotið um stýriskipan Føroyar frá sær, verið til viðgerðar.
Á fundi í formannskapinum hjá Løgtinginum í morgun hevur tilmælið frá løgtingsskrivstovuni, um at vísa lógar uppskotið um stýriskipan Føroyar frá sær, verið til viðgerðar.
Sum Norðlýsið skilir letur formannskapurin tað verða upp til løgtingið at avgerða, men tilmælið frá løgtingsstovini er púra greitt at uppskotið, sum løgmaður bar niðan í tingið ikki er sambæriligt við aðra lóggávu og at tingið tí eigur at vísa uppskotið frá sær. Sum Norðlýsið skilir er formannsskapurin hjá Løgtinginum samdur í hesari niðurstøðuni.
Løgtingsformaðurin váttar at eitt tíðindaskriv er á veg frá Løgtingsskrivstovuni.
Vit hava roynt at fingið viðmerking frá løgmanni, sum hevur borið tinginum uppskotið, men tað hevur ikki eydnast.




