Við ársbyrjan 2018 verður samdøgursrehabilitering sett á stovn í Sambýlinum á Heygnum. Hetta er nýggj tænasta, ið hevur til endamáls at veita fólkapensjónistum við førleikatarni eina tænastu, sum stuðlar undir eitt so sjálvstøðugt, virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi – hóast virkisførleikatarn.
Rehabilitering er eitt miðvíst og tíðaravmarkað samstarv millum borgara, familju og serkøn fólk. Eldri borgarin er í miðdeplinum og setir sjálvur mál fyri rehabiliteringina, eins og fakfólk taka støði í gerandisvirkseminum hjá eldra borgaranum. Í rehabiliteringstilgondini verður dentur lagdur á alla lívstøðuna hjá borgaranum, bæði likamliga, sálarliga og sosialt.
Í hesum sambandi sóknast vit eftir sjúkrarøktarfrøðingi, sum saman við einum toymi fer at samskipa samdøgursrehabiliteringina fyri teir borgarar, ið verða ávístir til hesa tænastu í Sambýlinum á Heygnum. Virksemið er nýtt, og tí mást tú tola at vera í eini tilgongd, har broytingar møguliga verða gjørdar.
Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi við setanarbrøki 0,5 at byrja 01.01.2018. Møguleiki er fyri hægri brøki.
Arbeitt verður yrkadagar í dagtímunum.
Á Sambýlinum á Heygnum eru 16 pláss, tvey av hesum verða sett av til samdøgursrehabilitering.
Virksemið hjá NBH byggir á visjónina, sum er soljóðandi:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Førleikakrøv
- Útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Áhuga í at arbeiða við rehabilitering
- Góð samstarvs-, samskipanar- og samskiftisevni
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt
- Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
- Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna
- Fleksibilitet í mun til at loysa arbeiðsuppgávur
- Royndir innan eldraøkið kann vera ein fyrimunur
Vit kunnu bjóða
Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum samstarvi tvørtur um fak og geirar leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av menningini av samdøgursrehabiliteringini.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Meibritt Djurhuus, deildarleiðara, á tlf. 793410.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi týsdagin 7. november 2017.




