Skiftir til annað føroyskt felag.
Ahmed Mujdragic spældi í dag fyri seinastu ferð á KÍ liðnum. Hann skiftir til annað føroyskt felag.
Ahmed hevur spælt við KÍ í 2016 og 2017 og hava avrikini verið góð. Eitt gull heiðursmerkið og tvey silvur heiðursmerkir bleiv tað til.
Ahmed Mujdragic váttaði fyri Norðlýsinum eftir dystin í dag, at hann steðgar í KÍ.
– Fyri tveimum-trimum mánaðum síðani tók eg avgerð um at steðga í KÍ. Eg boðaði hópinum frá tí undan dystinum í dag. Tað er 99 prosent vist, at eg haldi fram í Føroyum næsta ár og fleiri møguleikar eru, segði Ahmed Mujdragic við Norðlýsið.
AB er eitt av liðunum, sum er nevnt sum komandi liðið hjá Ahmed Mujdragic. Sostatt skal KÍ hava eina heilt nýggja miðverju til næsta ár, tí hin miðverjin, Jonas F. Rasmussen, fer aftur til Danmarkar.




