Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arnhold Jensen kommunulækni í Norðoya læknadømi

Jóhann Lützen

Heilsutrygd hevur sett Arnhold Jensen í starv sum kommunulækna í Norðoya læknadømi. Arnhold Jensen byrjar í viðtalu 3, sum seinastu árini hevur verið røkt við ymiskum kommunulæknaavloysarum. Hann tekur við starvinum í Læknamiðstøðini í Klaksvík 1. desember 2017

Arnhold Jensen nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2003. Hann arbeiddi sum lækni í donsku sjóverjuni í 2005 og 2006 og fekk serlækna góðkenning í almennum medisini í 2010. Hann hevur síðan januar í ár røkt avloysarastarv í Norðoya læknadømi, samstundis sum hann hevur verið í farloyvi frá kommunulæknastarvinum á Tvøroyri, ið hann tók við í 2012.

Harleywoodpaint