Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Anders Gerber høvuðsvenjari í næstbestu donsku deildini

Jákup Ósá

Anders Gerber gekk ikki leingi arbeiðsleysur.

Anders Gerber hevur seinastu tvey kappingarárini verið venjari hjá NSÍ. Eftir kappingina í ár takkaði hann fyri seg, men tað gekk ikki leingi til hann fekk nýtt starv. Skive í næstbestu deildini í Danmark boðar í dag frá, at felagið hevur sett Anders Gerber sum høvuðsvenjara. Skive liggur aftast í næstbestu deildini eftir 14 umfør við 10 stigum. 5 stig eru upp til niðurflytingarstrikuna og hevur valt at framt eina venjarabroyting nú. Kim Kristensen var venjari frammanundan. 
Flytingarvindeygað í Danmark letur upp fyrst í januar, meðan seinastu 14 umførini vera spæld frá mars mánaði og úteftir. Tí verður kanska spennandi at síggja, um onkur styrkur kemur til Skive úr Føroyum tá, tí eingin ivi er um, at nýggi venjarin hjá Skive kennir leikararnar í Effodeildini væl og tað er heldur óvanligt fyri venjarar á hægsta støði í Danmark.