Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Skorheim: – Tykkara áhaldni og dugnsemi er bæði stórsligið og inspirerandi

Jóhann Lützen

At Sjómannadagurin síðan 2005 hevur verið afturvendandi tiltak í Klaksvík, vitnar um stóru virðingina og alskin, sum vit í Klaksvík hava til sjógvin og sjóvinnuna, segði Jógvan Skorheim m.a tá hann helt røðu á Føroya sjómannadegi ígjár.

Norðlýsið prentar røðuna hjá Jógvan Skorheim niðanfyri:

 

Góðan morgun, øll somul

Abbabeiggi mín av Trøllanesi kom einaferð í prát við ein annan mann.

Eftir eina løtu vísir tað seg, at báðir høvdu verið í kirkju hendan sunnumorgunin. Hin maðurin hevði tó ikki sæð abbabeiggja. “Hvar sat tú?”, spurdi hann.

Abbabeiggi var skjótur og greiður í sínum svari: “eg sat tríggjar stampar aftanfyri teg”…

Hetta svarið sigur ikki so lítið.

Stampurin var ikki bara hansara livibreyð, hann var eisini hansara fasti mátistokkur, óansæð um hann var á sjógvi ella landi.

***

Sjómannadagurin er ársins besta høvi til at steðga á og hugsa um, hvussu nógv sjógvur og fiskivinna hevur at siga fyri okkum sum fólk.

Í gerandisdegnum verða virðini av sjófeinginum oftast gjørd upp í krónum og oyrum, men í veruleikanum hevur sjógvurin uppaftur størri týdning.

Høvuðsvinna og fíggjarlig inntøkukelda, ja, sjálvandi.

Men eisini samleikaskapandi mentanararvur.

At abbabeiggi brúkti stampin sum mátistokk í kirkjuni er bert eitt av mongum dømum um, hvussu sjógvurin hvønn dag myndar okkara máta at hugsa, tosa og liva uppá.

Og hetta er ikki bara galdandi fyri garvaðar sjómenn. Nei, tað liggur í okkum øllum, um vit bara geva okkum far um tað.

Heilt frá gamla manninum, sum herfyri staðfesti fyri mær, at “nú eri eg komin inn í taran”, til trý ára gomlu gentuna, sum eg herfyri hoyrdi syngja “leið meg einaferð enn út á dekkið”.

Sjógvurin og alt, sum hann inniber, myndar okkum føroyingar gjøgnum alt lívið.

***

Eg eri so ómetaliga glaður fyri, at vit aftur í ár eru savnaði her í Klaksvíksgarðinum til Føroya sjómannadag.

Nógv er jú hent síðan seinast, og sjógvurin er framvegis óslættur, tá vit hugsa um skipanina av okkara høvuðsvinnu.

Tey flestu av okkum, sum eru savnaði her í dag vita, at tá ein steinur verður kastaður á sjógv, so skapar hann ringar í vatninum.

Jú størri steinurin er, jú meira ger hann um seg, tá hann rakar vatnskorpuna.

Fiskivinnunýskipanin, sum er komin í gildi síðan seinasta Sjómannadag, er ein rættiliga trivaligur steinur, og ringarnir fara at síggjast í sjónum leingi afturat.

Tað sigur seg sjálvt, tí hetta er jú grundarlagið undir øllum okkara samleika, sum er fyri stórum broytingum.

Slíkt sæst aftur.

Ikki minst her í fiskivinnuhøvuðsstaðnum.

Men sjálvt um seinasta orðið ikki er sagt í kjakinum um fiskivinnuskipan, so snýr dagurin í dag seg um at fagna sjónum og alt tað góða, hann hevur givið okkum føroyingum.

***

At Sjómannadagurin síðan 2005 hevur verið afturvendandi tiltak í Klaksvík, vitnar um stóru virðingina og alskin, sum vit í Klaksvík hava til sjógvin og sjóvinnuna.

Hvørt einasta ár vísa tit fyriskiparar eitt ómetaliga stórt initiativ, hugflog og hegni, sum samanlagt skapa eitt stórsligið tiltak, sum við árunum er vaksið og ment til at fevna um eina heila viku.

Tykkara áhaldni og dugnsemi er bæði stórsligið og inspirerandi.

Hjartans takk fyri, at tit leggja so nógva tíð og orku í at skapa eitt tiltak fyri øll, enntá púra ókeypis.

Hetta ber sjálvandi bara til, tí at tit fyriskiparar framum alt annað duga at fáa øll at spæla við.

Og tá eg hoyri, síggi og lesi um, hvussu stóran áhuga og gleði vinnulívið hevur av at stuðla tiltakinum, so staðfestir tað enn einaferð stóra vælviljan, sum er til Sjómannadagin.

Soleiðis hevur tað verið frá fyrsta degi, og soleiðis fer tað óivað at halda fram í nógv ár afturat, tí sjógvurin býr í okkum øllum, eins og hann savnar og skapar okkum sum fólk.

Góðu tit øll, fyriskiparar, stuðlar, gestir, sjómenn og landkrabbar.

Hjartaliga vælkomin til Føroya sjómannadag í Klaksvík!

Takk fyri.