Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tankar á flogi 🙂

John William Joensen

Ein góður vinmaður (á facebook) úr Syðrugøtu, krevur nú at útlendsk ferðafólk fáa eina brúksanvísning ella verða skúlaði í hvussu man skal uppføra seg í kirkjum til jarðaferðir. Hetta er ikki sørt áhugavert kjak.

Hetta fekk meg at hugleiða um hvar vit eru, sum menniskju. Hvat er tað í veruleikanum, sum skiftandi lærdómsvindar blása oman yvir okkum úr eystri og vestri?
 
Er í verðuleikanum nakað nýtt í øllum hesum nýggja, sum er uppi á okkara døgum – ella fara tey sum eftir okkum koma at øtast yvir tað, sum okkara samtíð heldur verða rætt og rennur aftaná?

Mikladalsmaður tók einaferð soleiðis til: “ Einki er nýtt, alt er tað sama, bara uppá ein annan máta!”
 
Er glepsi úr Gøtu ikki eitt úttrykk fyri at tað, sum hendir á okkara døgum er just í tráð við tað sum skriftin – gamla og nýggja testament tosað um?
 
Eru tað vit sum ikki duga at síggja elefantin í rúminum, ella bjálkan í eyganum?
 
Vísir hetta ikki júst hvørjar avleiðingar sekulariseringin hevur við sær fyri samfelagi millum menniskju?

Hvussu kunnu hesi hava virðing fyri kirkjum og tí sum hoyrir slíkum húsum til?

Flestu av teimum, sum í dag kallað seg ateistar ella sum hava vraka kristindómin, hava havt kristin foreldur ella ommur og abbar – og hava fingið eina kristnan uppvøkstur. Hóast tey siga seg ikki trúgva á Gud, so hava tey fingið kristnu siðalæruna inn við móðurmjólkini. Men børn teirra fara ikki at fáa hesa mjólkina frá sínum foreldrum og sum tiðin gongur ferð sekulariseringin at hvala tað samfelagið, sum livdi í og av náttúruni og tilbað skaparan.

Í staðin verður skabningurin settur í centrum. Skabningurin ella menniskja anno 2018,  skal realisera seg sjálvan, skal liva í nú-inum, sum tað eitur á modernaðum málið
 
Vit lesa í skriftunum í gamlatestamenti um ein av vakrastu verðunum í universinum.
 
Hendan verðan var ein av høvðuseinglunum hjá Gudi og er umtalaður í skriftini sum, sonur Guds og var frá uppruna í tænastu hjá Gudi.
 
Lívsøga hansara er størsta tragedian í søguni, og fekk álvarsamar avleiðingar fyri alt lív á jørð.
 
Heimurin, sum hann livid í og tænti var í fulkomnari javnvág við skaparan og seg sjálvan.
 
Ja –  henda verðan var so vakur, at tá hon tosaði var tað sum um fjøld av instrumentum ljómaðu. Men so byrjaði hon at hyggja eftir sínum egna vakurleika og hon byrjaði at spyrja seg sjálvan, hví hon skuldi tilbiðja nakran annan enn seg sjálvan.
 
Hon var jú fullkomin í sínum egna vakurleika og hevði nokk í sær sjálvum. Henni tørvaði ikki nakran Gud at tilbiðja.
 

“Trúgv uppá teg sjálvan – egna megi og mátt!

Tú hevur nokk í tær sjálvum!

Gevst við at tosað um Gud – hatta er fyri smábørn – blív vaksin!!!
 

Hvussu ofta hoyra vit ikki hesar útsagnirnar í dag?
 
Hesin fantastiski skabningurin ella verðan, eg nevndi omanfyri og sum profeturin segði ráddi í lívinum hjá Konginum í Tyrus, er í skriftini nevndur við navninum “Satan”.
 
Satan kom til tað niðurstøðu, at hann varð so fantastiskur, at hann átti at verði tilbiðin og sjálvur verið Gud ella miðdepulin í universinum.
 
Skriftin fortelur ikki nær uppgerðin við Satan var, men vit lesa hjá profetinum, at eftir samanbrestin ella uppgerðina bleiv  Satan útistongdur frá ásjón Guds og stoyttur til jarðar.
 
 
Satan ein superstar
 
Hollywood, rithøvundar, listafólk, prædikumenn og prestar hava á hvør sín hátt givið menniskjuni tað fatan at Satan hevur stórt vald. Skriftin sigur hann verða ein av synum Guds.
´
Við fyrsta eygnakast kann tað kanska tykjast so, tí vit síggja í skriftini at hann hevur fjøld av fylgisveinum. Eisini síggja vit hvat hann kann fáa menniskju at gera hvør móti øðrum og við sjálvt skapanarverki. Men verður kanna eftir so er vald Satans í grundini sera avmarkað.
 
Sambært skriftunum hevur Satan ikki vald at skapað nakað sum helst. Hann eigur ikki æruna av nøkrum í náttúruni ella av tí sum livir í heiminum ella í skapanarverkinum.
 
Alt sum vit síggja í heiminum er frá Gudi og vit lesa at tá Gud sá alt skapanarverkið segði hann at hetta er sera gott!!
 
Men skriftin lærir at Satan er meistari í talu, lygnum og at villeiða menniskju. Sambært skriftini reikar hann runt í heiminum at vinna sær tilbiðarar. Han hevur í øldir villeitt og fingið menniskju at leita burtur frá Gudi og ístaðin hyggja inn í seg sjálvan og hvíla í sjálvum sær. Lívið er sambært læru Satans bara ein relatión við seg sjálvan, ella eina relatión har menniskjan sjálv er miðdepulin.
 
Inni í okkum sjálvum ber nevniliga ikki til at finna Gud – skaparan.
 
Tað er í relatiónini við onnur mennisku og skabningar at vit finna Gud.
 
Í skriftunum lesa vit, at tá hann skapar menniskjuna umtalar hann seg sjálvan í fleirtalið:

1.Mós. 1:26 So segði Gud: “Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík!
 
Gud er ongantíð í eintali….
 
Lat meg nú sleppa Satani og hyggja at einasta syni Guds, ið var borðin í heimin, sum vit liva í.
 
 
Lívið kann ikki livast í eintal 
 
Jesus var mangan provokeraður, baði av sínum egnu, sum søgdu seg elskað hann og fylgdu honum, og eisini teimum sum vildu honum ilt.
 
Jóhannes skrivar m.a. umat tey, sum fylgdu honum, royndu at taka sakina í egnar hendur og vildu sjálvi skapa ríkið guðs:
 
Tey ætlaðu eins og Luther og nógvir aðrir kirkjufedrar skapa tað røttu tjóðina – eitt Kristi land.
 
Jóh. 6:14 Táið nú fólkið sá tekinið, ið Hann gjørdi, søgdu tey: “Vissuliga er hesin profeturin, ið koma skal í heimin!”
Jóh. 6:15 Táið nú Jesus skilti, at teir fóru at koma og taka Hann við valdi at gera Hann til kong, fór Hann niðan aftur á fjallið heilt einsamallur.

Og tá Jesus seinri kemur fram fyri fólki hartar hann fólkahusaninna:
 
Jóh. 6:26 Jesus svaraði teimum: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tit søkja Meg, ikki tí tit sóu tekin, men tí tit ótu av breyðunum og vórðu mett.
Jóh. 6:27 Arbeiðið ikki fyri matin, sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív, tann, sum Menniskjasonurin skal geva tykkum! Tí Hann hevur Faðirin, Gud sjálvur, innsiglað.”
 
Jóh. 6:28 Tá søgdu teir við Hann: “Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna verk Guds?”
 
Jóh. 6:29 Jesus svaraði teimum: “Hetta er verk Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent.”
 
EITT annað dømi er tá relgiøsu leiðararnir hjá jødunum í Ísrael, royndu at seta hann fastan, við at spyrja Jesus ein sera teologiskan spurning – ja, skal eg sjálvur meta um spurningin – so spyrja teir Jesus hvat endamálið er við skriftunum og sjálvum lívinum:
 
Matt. 22:36 “Meistari! Hvat er hitt stóra boðið í lógini?”
 
Matt. 22:37 Hann svaraði honum: “”Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.”
Matt. 22:38 Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið.
Matt. 22:39 Men annað er hesum líkt: “Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.”
Matt. 22:40 Á hesum báðum boðum hvíla øll lógin og profetarnir.”
 
Jesus svarar her einum beinleiðis spurningi við at samankóka alla skriftirnar – og skera út í papp boðskapin í allari bíbliuni, so øll kundu skilja hann.
 
Her kann einki verða lagt afturat – tí hetta er boðskapurin!!! – Ja – tann reina lívskeldan!!!
 

… og tó – eitt afturat….
 
1. Kor. 8:1 ….. kunnskapurin blæsur upp, kærleikin byggir upp;

1. Kor. 8:2 heldur onkur seg vita nakað, so hevur hann aldri vitað nakað, soleiðis sum ein eigur at vita;
 
1.Kor. 8:3 men tann, sum elskar Gud, er kendur av Honum –
 
Legg merki til at har stendur einki um at vit kenna tann sum elskar Gud MEN at Tann sum elskar Gud er kendur av HONUM!!!
 

 
Endi…
 
Tá orð lívsins ella samkoma Guðs verður brúkt sum amboð at stríðast móti øðrum menniskjum ella móti heiminum, við teimum gávum sum Gud hevur skapað, er boðskapurin neyvan sambæriligur við orð Kristusar og kann tí ongan ávøkst bera.
 
“Brúksanvísingin” til kirkju- og samkomu bygningar – ja til sjálvt lívið – er tíbetur enn løtt at fáa hendur á – men tíðin vil ikki vita av henni.
 
Og kanska hava “tey/vit kristnu” størsta partin av skuldini at støðan er so sum hon er.
 

Vit kunnu jú bara hyggja inn í okkum sjálvi! 

 

John William Joensen

Prentari, Klakksvík