Hjá U15 gentum var eingin ivi. B36 var greitt betra liðið og vann at enda stórsigur, sum at enda bleiv óneyðuga stórur.
Undan dystinum kundu vit lesa um, at KÍ liðið í stóran mun var mannað við yngra árganginum, og tí kundi tað blíva ein trupul dystur. B36 vísti seg eisini at vera ov sterkt, men móti endanum av dystinum bleiv sigurin óneyðuga stórur, tá B36 uppá stutt tíðarskeið skoraði trý mál. Endaliga úrslitið gjørdust 5-0 til B36.




