U17 dreingirnir hjá KÍ fingu tíðliga í dystinum leikara útvístan, men hóast hetta, so var talan um javnan dyst, sum KÍ tað sama kundi vunnið.
KÍ fekk leikara útvístan eftir hálvan tíma, tá støðan var 1-0 til B36. Men KÍ legði ikki kongin og kom eisini á odda 2-1 í seinna hálvleiki. B36 javnaði, men KÍ hevði møguleikan at skora til 3-2, tá bólturin fór á stongina og síðani uppum, tá bólturin kom út frá aftur.
Í longdu leiktíðini fall avgerðin, tá B36 skoraði tvær ferðir og KÍ mátti taka til takkar við silvur heiðursmerkjunum.


