Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Slangukaving í Føroyum

faroedive.fo

Nú hava kavarar møguleika at útbúgva seg innan slangukaving í Føroyum.

Føroyski vinnukavaraskúlin hevur frá mynduleikunum fingið endaligt loyvi at fara undir at útbúgva slíkar vinnukavarar her heima. Tá vinnukavarar kava við slangu fáa teir luftveitan av vatnskorpuni.

Aðrastaðir í heiminum verður slangukaving brúkt framum aðrar mátar at skipa vinnukaving. Við vinnubrævi sum slangukavari víðkar ein  munandi um sínar vinnumøguleikar.

Millum annað hevur slangukavarin møguleika at arbeiða við amboðum og uppgávum, ið krevja orkuveiting av vatnskopuni t.d. sveising, boring, slíping, brenning, polering, injekting, hátrýst spuling o.s.fr.