Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Janus Rein givin sum flogskipari

Jóhann Lützen

Vegna áhaldandi heilsutrupulleikar havi eg verið noyddur at ásanna, at yrkisleið mín sum flogskipari er komin at enda, boðar hálvi klaksvíkingurin frá á sinum facebook vanga ígjár

Janus Rein er sonur Marius Rein og Kristianu Rein. Janus hevur verið flogskipari seinastu 19 árini, men av heilsuáðum er hann noyddur at gevast sum flogskipari. Hann skrivar soleiðis á sínum facebook-vanga.

 

So er flogskiparabúnin hjá mær hongdur í klædnaskápið fyri seinastu ferð.
Vegna áhaldandi heilsutrupulleikar havi eg verið noyddur at ásanna, at yrkisleið mín sum flogskipari er komin at enda. Tað eru nærum 19 ár síðani, eg fyrstu ferð setti meg við stýripinnin í einum flogfari, og fyrr í summar var so seinasti dagurin. 
Eg eri nú ikki longur í starvi sum flogskipari – ein serstakliga løgin kensla.
Vil við hesum takka starvsfeløgum og viðskiftafólkum hjá Atlantic Airways fyri mangar góðar løtur og nógv góð minni. Eg havi í mínum starvi sum flogskipari altíð borið flogskiparabúnan við stoltleika og lagt serligan dent á, at ferðafólkini í flogfarinum hjá mær skuldu kenna seg trygg og væl. Takki innarliga fyri allar tær persónligu afturmeldingarnar, sum eg ígjøgnum árini havi fingið frá tykkum ferðandi. 
Eg eri takksamur fyri árini, eg fekk sum flogskipari, og sera harmur um støðuna, men má ásanna, at nú liggja nýggjar leiðir fyri framman. Hvat eg fari at takast við, veit eg ikki. Mann plagar at siga, at tá ein hurð letur aftur, lata aðrar upp. Hetta orðatak er mest ein kliché, men tað vísir seg ofta at vera so. Eg eri takksamur fyri at hava arvað minnið hjá pápa mínum – tað hevur verið ein góður førningur á teimum ymsu útbúgvingunum, eg havi tikið. Lærdómur er lættur at bera – kanska okkurt av hesum lærdómi nú fer at koma til sín rætt.

Talan er ikki um lívshættisligar heilsutrupulleikar, men tað eru tó so mikið týðandi trupulleikar, sum gera, at eg hvørki kann ella sleppi at vera flogskipari longur.

Harleywoodpaint