Ein merkisstaður fyri milliónir bygdur við søguligum atliti á søguligum staði til føroyingar og ferðafólk og við enn fleiri ikki-almannakunngjørdum ætlanum, vit eru ikki kunnaðir um nakra navnabroyting.
Vinnan, við størstu framgongd í dag, er ferðavinna, sum byggir á søgu og uppliving. Vit, sum eru brúkarar á økinum Biskupsstøð, Biskupsstøðgarðurin og Cafe Fríða ( Royndin Fríða), byggja á søguna.
Nú økið framman fyri Nólsoyar Pálshúsið skuldi navngevast, eru vit ikki eftirspurdir. Tað átti ikki at verið trupult at sent okkum eitt skriv til ummælis, soleiðis at vit kundu greitt frá okkara sjónarmiðum.
Ì reglugerðini fyri gøtunavnanevndina, verður m.a. sagt:
nevndin skal hoyra persónar við servitan, miða móti nøvnum, sum hava uppruna í ella tilknýti til tey støð ella øki,ið verða navngivin.
Her hevur núverandi nevnd avgjørt ikki gingið eftir reglugerðini.
Gøtunavnanevdin við Andrassi Sólstein, Edvardi Fuglø og Paulinu Andreassen grundgevur nýggja navnið við at senda háskúlanum í Føgrulíð eina óbeinleiðis heilsu og smíðar orðið Fagravík. Tað kann vera, at Fagravík ljóðar hampiligt (fitt) á føroyskum, men umset hetta til enskt fyri einum ferðafólki, so ljóðar tað býttisligt, fyri ikki at siga fantasileyst. Víðari verður grundgivið: “P.s. víkin er ikki partur av ”Klaksvík” men av ”Vágni.”
Upplýsast skal, at ”Biskupsstøðin”er partur av Vágni.
Hetta nýggja heitið er bygt á eitt sera tunt grundarlag og vísir hetta, at gøtunavnanevndin púrasta hevur misskilt verkætlanina, sum er í gongd á staðnum.
Eg vil tí heita á Klaksvíkar býrráð um at viðgera málið av nýggjum, so hetta mistak kann rættast, og vit fáa eitt navn við søguligum atliti.
Við heilsu
Archibald Black
Formaður í Áhugafelagnum Nólsoyar Páll


