Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyingar eru komnir til Pristina í Kosovo

Jákup Ósá

(Kosovo) Túrurin við Atlantic Airways gekk væl og nú byrjar fyrireikingin av álvara til dystin mánakvøldið, sum fer at siga nógv um, hvussu góðar møguleikar Føroyar hava fyri at koma víðari úr bólkinum í Nations League.

 

 

 

Flogtúrurin við Atlantic Airways tók áleið fýra tímar og gekk alt sum vanligt eftir ætlan. Flogfarið við føroyska hópinum, FSF umboðum, fjølmiðlum og einari rúgvu av áskoðarum, har Tórshavn helst var nógv best umboðað av býum/bygdum, lendi í Pristina í øllum góðum leygarkvøldið.

 

Føroyar hava eina venjing í Kosovo áðrenn dystin mánakvøldið. Hon verður sunnukvøldið á Fadil Vokrri Stadium í Pristina.