(Kosovo) Føroyar høvdu sína einastu venjing á Fadil Vokrri Stadium í dag.
Øll venjingin var opin fyri øllum fjølmiðlunum og tað gav eina ábending um, at einki fór at blíva víst fram, hvat uppstilling og taktikki viðvíkur.
Venjingin gav heldur onga ábending um hvørki uppstilling ella nakað annað. Talan var um róliga venjing, sum endaði við dysti millum teir eldru og yngru. Teir yngru vunnu 3-2 við sigursmáli frá René S. Joensen.



