Herfyri fór landsstýrið til Viðareiðis við tí høvuðsendamáli at drýggja íløguvirksemi landsins. Vit vóru nøkur í samgonguni, sum søgdu frá, at tað kom ikki upp á tal at útseta tunlarnar norður um Fjall. Teir skuldu framskundast. Raðfestingin, sum undanfarna samgonga gjørdi í 2012, ið útsetti tunlarnar til 2022, var ikki nøktandi.
Landsstýrið tók okkara áheitan til eftirtektar, og eydnaðist tað okkum at framskunda tunlarnar. Nú verða pengar settir av til fyrireiking í 2019, og byrjað verður at bora norður um Fjall so skjótt Hvalbiartunnilin er boraður.
Landsstýrismaðurin boðaði frá í gjár, at Hvalbiartunnilin verður boðin út fyrsta dagin.



