Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dennis Holm: Eg eri sera forharmaður at menningarkvoturnar ikki fullu har tørvurin á menning er størstur

John William Joensen

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágis Kommunu, skilir ikki ræðfestingarnar hjá metingarnevndini og fiskimálum og staðfestur at kumpassin hjá metingarnevndini má rættast.

Tá vit ringdu til borgarstjóran í Vágs Kommunu, var hann ikki kunnaður um at seinasti umsøkjarin til menningarkvotu, sum er heimahoyrandi í Vágs Kommu, var vrakaður. Men eftirfylgjandi hevði hann fingið váttan fyri hesum og tí var ein sera harmur borgarstjóri vit hittu á málið.
 Sum eg skilji hevði umtalaða verkætlanin skapt fitt av aktiviteti í Vági, og hon var sera áhugaverd og spennandi.
– Eg kann bara staðfesta at nú allar menningarkvoturnar eru bíttar út hava økini, sum mest høvdu tørv á menning og kvotum, fingið minst.
– Eg misunni ongum nakað, men endamálið við lógini var at menna økir sum Vágur, ið er í tí óhepnu støðu at verða partur av einari oyggj har stórar demografiskar avbjóðingar eru við stórum arbeiðsloysi og fráflyting.
– Tí er umráðandi neyðugt at politiska skipanin beinan vegin rættar kumpassið hjá metingarnevndini og Fiskimálaráðnum soleiðis at endamálið við lógini verður rokkið.