Team Klaksvík spælir sín fyrsta heimadyst í hesum kappingarárinum í kvøld.
Team Klaksvík fekk ikki bestu byrjanina í kappingarárinum. Tí liðið tapti 32-18 í Tórshavn móti Kyndli. Mótstøðuliðið í kvøld er Neistin, sum vann 24-18 á KÍF á heimavølli.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll í kvøld byrjar kl. 20.00. Inngongdin til høllina er sunnanfyri (móti Skálanum).



