Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Alsamt fleiri samgongufólk og nú eisini landsstýrisfólk taka frástøðu til boðini frá Løgmanni

John William Joensen

Tað var vantandi at rumbul fór at spyrjast burtur úr tunnilsmálinum, eftir at Aksel V. Jóhannesen, eftir ein landsstýrisfund, fór í miðlarnar og gav landsstýrismanninum í samferðslumálum boð um at steðga við Fámjinstunlinum og ístaðin fara í holt við Dalstunniling.

Henrik Old, er ein av gomlu revunum í føroyskum politikki, og tað slagið av politikarum hugsar í einari heilt aðrari sveru enn politikarar, sum í dag eru vandir/vandir til at hugsa fyrst um miðjuna á Føroyum. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av tí eina valdøminum, har alsamt fleiri partar av landinum, sum liggja uttanfyri miðstaðin, ikki kenna seg aftur í førda politikkinum.  Allar samfelagsligar avgerðir verða í dag tyknar har flestu fólkini eru stúgvaði saman.

Stutt eftir at boðini frá Løgmanni vóru almenn, var landsstýrismaðurin til eina samrøðu í KVF, har hann sera greidliga og væl greiddi frá sínum sjónarmiðum, og eisini hví hann ikki var samdur við Landsverk og hví hann ikki kundi akta boðini frá løgmanni.

M.a. nevndi Henrik Old at bygdin Famjin í Suðuroynni var í størri vanda at doyggja út enn Dalur á Sandoynni. Arbeiði við tunnlinum í Suðuroynni var harafturat klárt at byrja. Eisini  hevði tað týdning fyri støðun hjá Landsstýrismanninum at stór arbeiði hjá landinum og hjá alirisanum Bakkafrost, vóru  í gongd í Sandoynni og tí legði tað meira trýst á samferðslukervið í oynni, at byrja eitt tunnilsprojekt ístaðin fyri at seta gongd á í Suðuroynni, har líti arbeiði var frammanundan. Eisini nevndi hann aðrar orsøkir, allar sera viðkomandi. 

Samgongan í upploysn
Eftirfylgjandi gjørdu Kristin Michelsen, og Bjarið Hammer greitt at teir stuðlaðu Henrik Old.in

Afturat hesum er eingin semja í samband við uppskotið um viðugjøld sum liggur í løgtinginum, og Javnaðarflokkurin er beinleiðis ímóti fráboðaðu ætlanum hjá Høgna Hoydal, at lóggeva soleiðis at tað skal verða truplari hjá verandi aktørum at virka í fiskivinnuni og bjóða á uppboðsøluni.

Í gjár kom so hetta tíðindaskrivið frá einum samdum Javnaðarflokki í Suðuroynni:

Suðuroyar Norðara og Syðra Javnaðarfelag stuðla ætlanini hjá Henriki Old landsstýrismanni, um at fara í gongd við tunnil til Fámjins beinanvegin!
Tískil, so heita okur á okra løgtingsumboð um at finna eina loysn til frama fyri fámjiningar og suðuroyingar allar, hetta skriva nevndirnar fyri Suðuroyar Norðara og Syðra Javnarfelag.
 
 
Landsstýriskvinna tekur frástøðu til boð frá løgmanni
Og í gjár tók Sirði Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum eisini alment avstand til boðini frá løgmanni:

Sjálvsagt skulu tunlar gerast til smáplássini. Fyri nøkrum árum síðan løgdu Páll á Reynatúgvu, og eg själv, uppskot á ting um at fáa tunnilstoymi i gongd aftur. Hetta fyri at skapa vón um framtïð á smáplássum, sum umframt ôtryggar farleiðir eisini stríðast við minkandi fólkatali og øðrum, sum aðrastaðni i landinum er ókent. Tï var eg millum teirra, sum fegnaðist almikið ta ið tunnilstoymi kom aftur á fíggjarlógina. So mikið størri er vónbrotið nú henda vælmeinandi ætlanin setir bygdir og fólk i landinum upp móti hvør øðrum, nú ósemja er um Fámjin ella Dalur skal gerast fyrst. Sjálvsagt skulu bæði gerast. Ein máti at loyst trupulleikan hevði verið at játta meira pening til tunnilstoymi so báðar verkætlanirnar kunnu gerast fyrr enn ætla. Ber hetta ikki til sigi eg sum landsstýrismaðurin. Famjin fyrst.