Mikudagin 3. oktober kl. 19.00 verður spennandi kjakfundur á Tekniska Skúla í Klaksvík, har vit fara at varpa ljós á møguleikar og avbjóðingar innan ymisk øki í Norðoyggjum. Fundurin verður skipaður soleiðis, at fyrst fara seks fólk, sum hava royndir úr teimum ymisku økinum at tosa um sítt øki. Økini eru:
- Desentralisering: Rani Nolsøe
- Eldraøkið: Marna Ellingsgaard Jensen
- Sálarlig heilsa: Súsanna Joensen
- Útbúgving og ung: Deirdre Hansen
- Fiskivinna: Anfinn Hansen
- Ferðavinna: Pól Sundskarð
Hvør luttakari tosar 7-8 minuttir um sítt evni.
Síðan fáa politiskir flokkarnir orðið til at greiða frá sínari hugsan um evnið. Allir flokkar eru bodnir við – Fólkaflokkurin (Jákup Mikkelsen), Javnaðarflokkurin,Tjóðveldi (Óluva Klettskarð), Framsókn og Miðflokkurin (Karsten Hansen) hava játtað at senda umboð.
Aftan á ein steðg verður høvi at seta spurningar.
Fundurin byrjar kl. 19
Dávur Winther verður orðstýrari.



