Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fólkatingið sett í dag

Jóhann Lützen

Siðvenja er í Danmark at fólkatingið verður sett fyrsta týsdag í oktober. Vit eru í einum valári og tískil eru allir politikarar upptiknir av nær Lars Løkke Rasmussen fer at skriva út val.

Politiskir viðmerkjarar siga at Lars Løkke Rasmussen, statsministari ynskir at fáa eina heilsunýskipan ígjøgnum saman við Dansk Folkeparti, áðrenn hann skrivar út val. 

Áðrenn fólkatingið verður sett hevur ein av siðvenjunum verið at fólkatingslimirnir fara allir í Guðstænastu í Christiansborgs Slotskirkju. Í ár eru tó nýggir tónar, tí fólkatingslimir á vinstravonginum ætlað sær ikki at luttaka, men skipað heldur fyri einum alternativum hátíðarhaldi, ið ikki er religiøst.