Fýra kreativir íverksetarar, sum hava búð uttanlanda í fleiri ár, men nú er komin heimaftur, hava kasta saman á Klaksvíksvegi 70. Pláss er fyri einum afturat siga tey
Fólk hava lagt merki til at ljós aftur eru komin í norðara enda á Klaksvíksvegi 70. Orsøkin er eitt felags átak millum tey fýra Unn Baldursdóttir, Rókur Heinesen, Áslu Heinesen og Fíu Heinesen. Verkstaðið verður arbeiðsplássið nevnt.
– Vit eru 4 fólk við kreativari baggrund/útbúgvingum. Verkstaðið er ikki ein handil ella eitt brand, men eitt felags arbeiðspláss. Vit hava hvør sítt pláss í hølinum, har vit sita við okkara egnu uppgávum. Vit eru 3 kvinnur, ið høvuðsheitum sniðgeva, seyma og binda klæðir. Ein maður er eisini her, sum animerar og ger grafiskt arbeiði, sigur Ásla.
– Vit hava øll búð uttanlanda í nógv ár og hava nú búð aftur í Føroyum í eina tíð. Hvør sær hava vit havt ein dreym um at gerðast sjálvsstøðug. Tað hava vit roynt heimanífrá, men tað kann tó gerðast óhugaligt og einsligt. Tí tóku vit okkum saman at leita eftir høli, til eitt felags verkstað/arbeiðspláss, sigur Fía.
Tað eru nógvir fyrimunir við at flyta í felags hølir halda tey.
– Vit hava valt at at flyta inn í eitt verkstað saman, fyri ikki at sita einsamøll, fyri at hava starvsfelagar, felagsskap og kunna sparra við øðrum sum hava sama áhuga. At hava eitt verkstað gevur eina fríheitt, her man sleppur at folda seg út og órudda í frið, sigur Unn
– Vit halda tað er brúk fyri einum slíkum stað í Klaksvík. Her eru nógv kreativ fólk og vónandi kann hettar verða íblástur til at onnur kunnu gera tað sama. Her er pláss fyri einum aftræt, sum ikki brúkar ov nógv pláss. Vit valdu at kalla tað Verkstaðið tí at vit arbeiða við ymiskum tingum og tað er her vit skapa nakað hvørí sær, sigur Ásla
Og tað eru nógv ymiskt, ið tey taka sær til á Verkstaðnum, sum myndirnar eisini vísa.
– Vit gera fjølbroyttar uppgávur, frá list til søluvørur. Vit gera ikki umvælingsarbeiði. Vit fara at hava opið inn í millum, til dømis verður jólasøla í desember mánaða. Fólk kunu tjekka okkum út á Facebook Verkstaðið og Instagram Verkstaðið, her leggja vit javnan myndir og uppdates út so at áhugaði kunu fylgja við, sigur Ásla at enda.
Tey fýra eru:
- Unn Baldursdóttir, Klædnasniðgevi
- Rókur Heinesen, Animatør
- Ásla Heinesen, Drúgvar royndir við handarbeiði
- Fía Heinesen, Tekstilmiðlari




















