Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kol, CO2 og veðurlag

Hanus Kjølbro

Hvussu veðurlagið er broytt síðan 1880ini, er ofta dokumenterað í bókum og filmi. Hvussu veðurlagið fer at broytast næstu ættarliðini, hava vísindafólk nøkur boð uppá. Hesi boð byggja eru grundaðar á allar mátingarnar og allar kanningarnar.
Mong viðurskifti eru, sum kanska gera tað eitt sindur fløkt at fylgja við hesum kjaki.
Vit fara aftur um nøkur av hesum viðurskiftum og fara at royna at greiða frá.
Hesaferð er tað um kol, CO2 og veðurlag.

Um aldarskiftið høvdu vísindafólk fingið stóran áhuga í lufthavinum, og teimum loftsløgum, sum vóru í lufthavinum.

Tað var serliga sambandið ímillum mongdina av CO2 og veðurlagið, sum varð granskað. Í teimum døgum var nógv kol nýtt í tungídnaðinum og umborð á skipum.

Ein granskari, sum setti saman tað, sum onnur høvdu funnið útav, var svenski evnafrøðingurin Svante Arrhenius (1859 – 1927). Hann hevði stóran áhuga í veðurlagnum og í jarðfrøði.  

Í ritgerð í 1896 tók hann samanum í granskingini og kom til ta niðurstøðu, at tað var serliga innihaldið í luftini av CO2, sum hevði verið atvoldin til ístíðirnar, nær tær høvdu verið og nær tær endaðu.

Í 1908 var hann komin til ta niðurstøðu, at meira CO2 kom í luftina, tí so nógv kol varð brent, enn tann natúrliga gongdin megnaði at minka. Hann helt, at innihaldið av CO2 í luftini kundi ikki annað enn veksa, so leingi nýtslan av kol, olju og øðrum lívrunnum brennievnum var so stór, sum hon var tá, og øktist nýtslan, so fór innihaldið av CO2 at veksa uppaftur meir.

Tað var tó ein stórur munur á honum og flestu vísindafólkum á okkara døgum. Hann sá hetta sum okkurt positivt, tí hann helt, at so fór ikki stórur munur at vera í veðurlagnum kring jørðina, og tað fóru serliga tey køldu økini á jørðini at fáa gleði av. Meir dyrkingarlendi til ta skjótt vaksandi mannaættina.

Ikki júst somu orð, vit hoyra í sambandi við globala upphiting í dag.