Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vaksandi CO2 í lufthavinum

Hanus Kjølbro

Hvussu veðurlagið er broytt síðan 1880ini, er ofta dokumenterað í bókum og filmi. Hvussu veðurlagið fer at broytast næstu ættarliðini, hava vísindafólk nøkur boð uppá. Hesi boð byggja eru grundaðar á allar mátingarnar og allar kanningarnar.
Mong viðurskifti eru, sum kanska gera tað eitt sindur fløkt at fylgja við hesum kjaki.
Vit fara aftur um nøkur av hesum viðurskiftum og fara at royna at greiða frá.
Hesaferð er tað um tað vaksandi innihaldið av CO2 í lufthavinum.

100 ár eftir, at vísindafólk vóru komin til ta niðurstøðu, at CO2 í luftini var við til at økja um hitan á jørðini, visti framvegis eingin, hvussu nógv CO2 var í luftini, ella um tað enn hevði verið beinleiðis atvoldin til øktan hita á jørðini.

Skógur og hav minkaði um mongdina av CO2 í luftini, men granskarar vóru farnir at ivast í, hvussu nógv CO2 høvini megnaðu at taka úr luftini.

Brúk var fyri tølum, sum talaðu, og hetta setti ein evnafrøðingur úr USA, Charles Keeling (1928 – 2005) sær fyri at gera okkurt við.  

Í 1959 setti hann eina mátistøð upp á einum fjallatoppi á Hawaii, sum er miðskeiðis í Kyrrahavninum – langt burtur frá stórum verksmiðjum og øðrum, sum kundi ávirka mátingarnar.

Mátingarnar vístu árligt frávik – minkandi CO2 í luftini um summarið, tá ið plantur og annað stóðu í besta blóma, og so veksandi CO2 um veturin, tá ið grøðin var tikin inn, og nógv var følnað.

Longu árið eftir, at mátistøðin var sett upp, vísti hon, at tað vaks við CO2 í luftini. Og tað hevur tað gjørt líka síðan. 

Áðrenn ídnaðarkolveltingina í 1760unum var inni haldið av CO2 í luftini um 0,028%; í dag er tað um 0,04%. Vøksturin hevur verið meiri enn 43% í góð 250 ár.

Harleyfacadeacryl