Barnaverndin hjá Klaksvíkar Kommunu váttar at tað er sera trupult at finna íbúðir til familjur sum eru komnar í eina støðu har neyðugt er at flyta í annan bústað
– Tað álggur ikki barnaverndini at vísa fólkið á íbúðir tá mál taka seg upp, men vit royna at hjálpa tað vit kunnu fyri at verja børnini so væl sum gjørligt.
– Í hesum sambandi kunnu vit vátta at tað er sera trupult at finna íbúð í Klaksvík. Hetta er ein trupuleiki og hann verður neyvan loystur eftir einum degi tá hugurin hjá fólki er meira til at leiga út til “Airbnd” enn til fólk, sum hava tørv á tak yvir høvdi, varð sagt frá Barnaverndini hjá Klaksvíkar Kommunu.
Tað skilst á Bústøðum, sum byggir 34 íbúðir á Biskupstorginum í Klaksvík, at íbúðirnar eru so at siga klárar, men enn væntar okkurt at gera. Almannastovan nakrar av íbúðunum, men sum skilst nøkta íbúðirnar í miðbýnum ikki allan tørvin.


