Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nic.fo aftur virkin

Tíðindaskriv

Heimasíðan hjá .fo umsitingini, nic.fo, er nú aftur virkin á netinum. Skipanin, ið umsitur føroyska navnaøkið, hevur verið sløkt, síðan hon var fyri álopi av teldusníkum herfyri.

Nú heimasíðan aftur er tøk, er tað í heilt nýggjari skipan og tryggum kørmum.

Men nú ber aftur til at stovna, strika ella flyta navnaøki á nic.fo

Arbeiðið við at umleggja bleiv drúgvari enn ætlað. Hetta tí nýggja og gamla skipanin byggja á heilt ymiskar dátugrunnar.

Eingi óráð vórðu tikin, og tí er øll avgreiðsla av broytingum í navnaøkinum avgreidd manuelt seinastu tíðina – umvegis teldupost og telefon