Aftaná eitt ár í dvala, er rock bólkurin Vincent klárur við sínum fyrsta staklagið.
Lagið eitur dýrabart og kemur út í morgin tann 26. oktobur. Tann 30. juni fór bólkurin í Studio Bloch í havn, har lagið bleiv innspælt.
Theodor Kapnas stóð fyri produktion og mixing, meðan lagið bleiv mastra í Svøríki av Fascination Street Studios. Lagið verður givið út ígjøgnum Tutl.
Teir ið manna Vincent eru.
- Eyðfinn Bogason Lamhauge, sang
- Oddur Joensen, gittar
- Eyðun Ranason Nolsøe, gittar
- Sámal M. Johannesen, bass
- Fríði Bjarkhamar, trummir



