Júst nú er ein hátrýstryggur yvir Føroyum. Har er vanliga gott veður, og tað er tað eisini nú. Vindmátarar Landsverks siga frá vindi upp í 4 m/s úr ymsum ættum. Spjaddir ælingar.
Soleiðis fer at vera ein løtu afturat.
Um midnáttarleitið fer ættin at vera um sunnan ein løtu, sum í nátt fer at ganga upp ímóti vestri. Vindferðin fer at veksa spakuliga – klokkan 8 í morgin ári eru ætlandi 5 til 10 m/s úr útsynningi-vestri, og har fer hann eftir øllum at døma at liggja allan morgin, vindferðin fer at veksa upp í 13 til 18 m/s seinnapartin.
Tað fer at regna eitt sindur í nátt.
Soleiðis skiftir veðrið frá kaldari høgætt til nakað lýggjari vesturætt. Í morgin fer hitin at liggja ímillum 8 og 10 stig.



