Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kaldari næstu dagarnar

Hanus Kjølbro

Í morgun er tað enn lýggj luft úr miðjum Atlantshavi, sum rekur til okkara. Hitin liggur um 8 til 11 stig; vindferðin er 10 til 15 m/s úr útsynningi-vestri. Yvirhøvur er skýggjað við onkrum ælingi.

Vindferð og ætt fara at broytast eitt sindur í kvøld, tá fer ferðin upp í 13 til 18 m/s úr beinum vestri.

Men tá er tað onnur luft, sum kemur hendanvegin. Upprunin er við sjálvan Norðpólin, og hon er sjálvandi kaldari.

Í nátt gongur hann upp ímóti norði, og í morgin fara vit at merkja meiri til kuldan – hitin um dagin fer niður á 5 stig. Tað er tá, at vátakavi kann væntast.

Høgættin fer at liggja til sunnumorgun – soleiðis sum tað sær út í løtuni.