1.deild hjá KÍ hevur havt eitt sera skiftandi kappingarár.
Fyrr í kappingini sá KÍ út til trygt at fara at vinna deildina, tá liðið førdi við 8 stigum til nummar tvey. Men síðani Norðoyastevnu hevur úrtøkan fyri tað mesta verið minni góð, og tí kann KÍ undan síðsta umfarinum enda á øllum plássum millum nummar tvey og fýra.
KÍ møtir HB á útivølli í kvøld í síðsta umfarinum. HB spælir fyri einum 6. plássi og kann við tapi enda á einum 8. plássi. HB hevur ongan dyst vunnið síðstu fýra umførini. KÍ liggur á 3. plássi undan dystinum við sama stigatali sum NSÌ á 2. plássi (52 stig), men við 11 málum verri í málmuninum. B68 liggur eitt stig aftanfyri við munandi verri málmuni enn KÍ. NSÍ spælir á útivølli móti Giza Hoyvík, meðan B68 spælir á útivølli móti Víkingi. Allir tríggir dystirnir byrja kl. 18.00.


