Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fráboðan um sáttmálar

Føroya Reiðarafelag

Føroya Fiskimannafelag hevur tann 25. oktober 2018 kunngjørt ein lista við tveimum skipum, sum verða søgd ikki at halda galdandi sáttmála við felagið.

Gerast skal vart við, at tey skip, sum eru nevnd á hesum lista, eru limir í Føroya Reiðarafelag, og at tey halda galdandi sáttmála millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið. Reiðarafelagið er sostatt ikki kunnugt við, at sáttmálin ikki verður hildin.