Fýra mikukvøld í vetur bjóða Mentanarhúsið og Kvøldskúlin í Fuglafirði fólki á gátt at hoyra og læra um seyð og seyðahald.
Fyriskiparin er Jens Ivan í Gerðinum, sum er útbúgvin innan landbúnað, og sum eisini undirvísur á skeiðum, sum Búnaðarstovan skipar fyri.
Fyrstu tvey kvøldini hava heitið:”Seyður og seyðahald í Føroyum – marking, merkur, gyllin, lógir og áseyðatal…”. Seinnu kvøldini hava heitið: ”Seyður sum vinna og ítriv – fóðring, seyðaárið, ull, fletting, lembing og røkt…”
Skeiðið er hesi mikukvøld: 31. okt., 14. nov., 21. nov. og 5. des. kl. 19.00 – 22.00
Kostnaður 75 kr. við dyrnar, sum lata upp hálvan tíma áðrenn





