Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MVG- og bókhaldsskeið

Tíðindaskriv

Grannskoðanarvirkið NUMO skipar fyri MVG skeiði í Havn og í Klaksvík. Skeiðini verða í Kaffihúsinum í Havn tann 23. november 2018 kl. 9:00 til 15:00, og í Íverksetarhúsinum í Klaksvík tann 30. november 2018 kl. 9:00 til 15:00. Kaffi og smákøkur verða at fáa, og frokostur verður í steðginum.

Evni

1.     Mvg-lógin og praksis

2.     Krøv til roknskapargrundarlagið

3.     Best practice innan bókhaldsarbeiði

 

Málbólkur

Skeiðið er serliga ætlað bókhaldarum og annars øllum, sum ynskja at fáa eina grundleggjandi gjøgnumgongd av reglunum, ella at fáa sína vitan frískaða upp og íblástur til bókhaldsarbeiði.

 

Hvat fært tú vitan um ?

·       Hvat er avgjaldsskyldugt og hvat er undantikið

·       Hvør rindar avgjald

·       Tænastur úr útlondum

·       Sjálvboðin skráseting – leiga av fastari ogn

·       Blandað nýtsla og virksemi

·       Javningarskylda

·       Tap av skuldarum

·       Bókhaldskrøv

·       Dømir frá arbeiðsdegnum, herundir týðandi avstemmingar og skjalprógv

·       Etc.

 

Tilfar

Aftaná ber til at fáa eitt yvirlit yvir høvuðsmálini, sum eru viðgjørd í framløguni.

 

Tilmelding

Tilmelding fer fram við at senda mail til numo@numo.fo

Kostnaður fyri skeiðið er 4.500 kr. íroknað mvg, sum kann flytast á kontu 9181-373.040.0. Vinaliga flytið luttøkukostnaðin áðrenn 15. november 2018, so vit vita frá hvørjari fyritøku luttakarin er frá og hvussu nógv koma.

 

www.numo.fo