Í dag leitaðu um 600 børn í aldrinum 0 til tey, sum ganga í 2. flokki sær í Badmintonhøllina í Klaksvík til árliga tiltakið hjá barnaansingini í Norðoyggjum, nevniliga Heystfagnaðin.
Sigrun Vágstún, leiðari fyri barnaansingini í Klaksvík sigur, at hetta er triðja ella fjórða ferðin at vit hava hetta tiltakið, og vit hava avgjørt at halda áfram við hesum, tí tað hevur eydnast framúr væl og Badmintonhøllin er sera góð til tiltakið.
Á Heystfagnaðinum royna vit at stimbra ymsu sansirnar hjá børnunum, tey sleppa at smakk ymiskt, eitt nú turran fisk, rosinir, selleristengur, granatsúrepli , sitrónir og annað mangt, slíkt, sum rakar ymsu smakkileykirnar hjá teimum.
Nógv var eisini gjørt burturúr balansanum, ella javnvágini hjá børnunum, har tey skuldu royna at ganga á ymiskum, royna at halda ballónum í luftini við flugusmekkarum. Fótaavtrykk, sum tey skuldu hoppa eftir og ikki minst, sluppu børnini at svansa við vatni og at svansa við “fílasnor”, sum er gjørt burturúr kartoffilmjøli og vatni. Eisini vóru javnvágsbrettir, ið tey kundu royna og ringar ið tey skuldu hoppa upp um ella krupa undir, jú har var sera nógv á skránni og børnini hugnaðu sær óført, sigur Sigrun Vágstún, leiðari fyri barnaansingini í Klaksvíkar Kommunu at enda. – Og leggur hon afturat, vit hava tvey slík átøk fyri alla ansingina í Norðoyggjum úm árið, hin er Barnafagnaðurin, ið er eitt tiltak, sum verður skipað fyri úti á vári.





































































































